top of page
Leikárið
2017-18

Frumsýning

23.11.17

Café Gløgg 2017

Kom og set hol á eitt stuttligt kvøld við dansi, sangi, látri og skrøgg fyri allar pengarnar.

Frumsýning

17.02.18

Soli deo gloria

12 søgur um at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja kærleika.

Frumsýning

24.03.18

Dagbókin hjá Leporello

Dagbókin hjá Leporello er ein opera buffa; ein komisk opera, sum kortini hevur ein ávísan álvara. Ein opera um stórar kenslur, ja. Men eisini ein opera um opera.

Frumsýning

05.06.18

Grønlendski maðurin // Angutivik

Grønlendski maðurin byggir á veruligar søgur hjá grønlendskum monnum, og er ein leikur til og um grønlendska mannin anno 2018

Frumsýning

20.05.18

Sansalabyrintin - býurin og alt annað

Ein tølandi ferð... Ein sansandi dreymur inn í býarinnar hjarta

Frumsýning

17.03.18

Mín fantastiska skilsmissa

Ein romantisk komedia við Kristinu Sundar Hansen í heimskenda og virðislønta einrøðuleikinum eftir Geraldine Aron

Frumsýning

08.09.17

Ómegd

Ómegd er nýskrivaður leikur eftir Kristinu Sundar Hansen. Leikurin snýr seg um trý fólk, tvær kvinnur og ein mann, ið hvør í sær siga sína søgu um teirra lív í parløgum, har samljóð ikki er ímillum partarnar um at geva seg yvir til, ella hava virðing fyri hvørjum øðrum. Frásagnirnar í leikinum byggja allar á veruligar hendingar, og siga tær frá, hvat hendir, tá ið eitt parlag fer av kós, og harðskapurin tekur yvirhond.

bottom of page