Mín fantastiska skilsmissa
Angela Kennedy Lipsky er ein kvinna miðskeiðis í lívinum, sum plagdi at vera onnur helvtin av eydnuríka parinum Angela og Max. Max stingur tó av við einum yngri modelli, dótturin flytir út við sjeikinum og eftir situr Angela við hundinum Dexter í stóru familjuhúsunum.
Nýggi veruleikin hjá nýskildu Angelu hevur nógvar øðrvísi, tragiskar og ikki minst komiskar og láturligar støður við sær, sum vit áskoðarar verða drignir ígjøgnum av Kristinu Sundar Hansen í leiklutinum sum Angela.
Leikurin varð tilnevndur ein OLIVIER AWARD fyri “Best entertainment” í 2004 og hevur síðan lagt áskoðarar runt heimin flatar í látri. Nú standa Føroyar fyri tørni sum 29. landið, har leikurin verður pallsettur.
Handan leikin
LEIKRIT:
Geraldine Aron
DRAMATURGUR OG HJÁLPARLEIKSTJÓRI: Durita Sumberg Poulsen
TÝÐING:
Kristina Sundar Hansen
KONSEPT:
Kristina Sundar Hansen & Durita Sumberg Poulsen
LJÓSDESIGN, VIDEO OG PALLUR:
Turpin Napoleon Djurhuus
LJÓÐMYND:
Pauli Magnussen
LEIKLISTALIG RÁÐGEVING:
Ágústa Skúladóttir
Leikarar
Kristina Sundar Hansen

Myndir: Ólavur Frederiksen