top of page

Portrettið

Hvat hevði hent, um Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen hittust í Klaksvík, meðan læknastríðið leikaði harðast á? "Portrettið" er eitt absurd, skemtiligt og surrealistiskt ævintýr - men við søguligum botni - pallsett og fortalt gjøgnum eyguni hjá Mikinesmálaranum. Ein ferð í ongamannalandi, har dreymarnir ferðast frítt og tíðin er upployst. Millum himmal og jørð, list og vinnulív, fortíð og framtíð, skemt, álvara, lív og deyða.


Í nýskrivaða leikinum hjá Jóanes Nielsen uppliva vit tríggjar mastodontar innan føroyskt vinnu-, átrúnaðar- og mentanarlív frá einum heilt nýggjum og óvanligum sjónarhorni. Leikurin fer fram í spenninum millum tað søguliga og heilt konkreta - Klaksvík undir Læknastríðnum í 1955 - og tíðarleysar, eksistentiellar spurningar og djúpar loynidómar. Eins og Jóanes Nielsen ger við søgugongd, karakterir og hendingar, verður alt vent á høvdið og fysiskar lógir upphevaðar í pallmyndini hjá Edward Fuglø.


Leikarar eru Hjálmar Dam, Nicolaj Falck og Hans Tórgarð  sum ávikavist Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen, umframt Kristina Sundar Hansen og Annfinnur Heinesen. Íslendski leikstjórin Guðjón Pedersen er vælkendur á Tjóðpallinum og hevur áður leikstjórnað "Aftaná undrið" eftir Jóanes Nielsen, "Kirsiberjagarðurin" eftir Tjekhov og "Breaking the Waves" eftir Lars von Trier.


Portrettið er fjórði leikurin hjá Jóanes Nielsen á Meiarínum. Hinir eru "Eitur nakað land Weekend?" (Gríma 2001), "Aftaná undrið" (Tjóðpallurin 2009) og "Havfrúgvin" (Tjóðpallurin 2016).

LEIKRIT
Jóanes Nielsen

LEIKSTJÓRN
Guðjón Pedersen

PALLMYND OG BÚNAR
Edward Fuglø

LJÓSSNIÐGEVI
Turpin Napoleon Djurhuus

MARIONETTIR
Rakel Helmsdal

VIDEO OG LJÓÐUPPTØKUR
Jónfinn Stenberg

DRAMATURGUR
Barbara Hentze í Stórustovu

Leikarar

Hans Tórgarð, Hjálmar Dam, Nicolaj Falck, Kristina Sundar Hansen og Annfinnur Heinesen

Nicolaj Falck

Hans Tórgarð

Hjálmar Dam

Annfinnur Heinesen

Kristina Sundar Hansen

Handan leikin

Dramaturgur

Barbara Hentze í Stórustovu

Rithøvundur

Jóanes Nielsen

Pallsniðgevi

Edward Fuglø

Ljóssniðgevi

Turpin Napoleon Djurhuus

Leikstjóri

Guðjón Pedersen

Myndir: Allan Dalsgarð

bottom of page