top of page
Havfrúgvin
Á stálpallinum - millum kærleika og fiskivinnu - hitta vit Olivar, ið gjørdist avlamin á trolaradekki‚ hvørs einasti reiðskapur nú eru kjafturin og myndatólið. Gjøgnum hansara kritisku eygu, og sambondini sum hann hevur við familju og kenningar, uppliva vit Føroyar í dag.
HAVFRÚGVIN er ein nútíðarleikur um kærleika‚ dreymar og líkasælu, har sambond knýtast og slitna og lívið fer sína kós. Jóanes Nielsen setur sjóneykuna á menniskja í vakstrarsamfelagnum Føroyar 2016.
LEIKSTJÓRI
Eyðun Johannessen
PALLMYND OG BÚNAR
Sámal Blak
TÓNLEIKUR OG LJÓÐMYND
Jens L. Thomsen
LJÓSDESIGN
Turpin Napoleon Djurhuus
VIDEO
Heiðrik á Heygum
Leikarar
Hjálmar Dam, Høgni Olsen, Beinta Clothier, Annika Johannessen, Eyð Matras, Súsanna Tórgarð, Páll Danielsen

Myndir: Høgni Heinesen
bottom of page