top of page

Kirsiberjagarðurin

Næsti leikur hjá Tjóðpalli Føroya er ein søga um at fara av knóranum av berum kleyvarskapi. Tey sum eiga “Kirsiberjagarðin” vilja ikki hoyra sannleikan, men halda bara fram at oyðsla sum um eingin dagur var í morgin. Forbrúkið bara økist, eingin vil síggja sannleikan í eyguni fyrrenn tað er ov seint, og tá yvirtøkan kemur er tað onkur annar sum hevur skyldina.


Ljóðar hetta kent? Merkiligt, tí sjónleikurin “Kirsiberjagarðurin” sum verður frumsýndur 23. oktober á Tjóðpallinum, er skrivaður í 1904! Rithøvundin, Anton Tjekhov, telist millum fremstu leikskøld í heiminum – nummar tvey aftaná Shakepspeare, sigst. Fýra leikir skrivaði hann áðrenn hann doyði, bert 44 ára gamal, men hansara leikir hava hugtikið heimin síðani. Tjekhov dugdi at lurta eftir fólkið, og dugdi at fanga vanligt samskifti millum fólk, og festa tað á blað. Í veruleikanum var hann tann fyrsti leikhøvundin sum skrivaði “soleiðis sum fólk tosa” – altso vanligt gerandisprát. Tó er tað ikki soleiðis, at hansara persónar bara tosa um veðrið; nei, tá onkur í einum Tjekhov-leiki tosar um veðrið, so er tað heilt vist tí hann ikki torir at siga tað, hann kundi hugsa sær at sagt. Tjekhov var eisini sera varur við hvat rørdi seg í samfelagnum og samtíðini, og hvussu løgið tað so ljóðar: hansara leikir hava tann merkiliga eginleikan at teir vóru dagsaktuellir tá, men teir hava ikki mist sín dagsaktuella dám, hóast høvundin hevði fylt hálvtannaðhundrað í ár, hevði hann livað.


Ljuba Andrejevna, sum eigur góðsið við tí ómetaliga vakra kirsuberjagarðinum, kemur heim eftir at hava verið uttanlands í fimm ár. Bróður hennara Leonid og stjúkdóttirin Varya hava roynt at hildið góðsinum flótandi hesa tíðina, men nú sær út til at garðurin skal á tvingsilssølu. Forrættningsmaðurin Lopakhin roynir at yvirtala tey til at útstykkjað garðin til summarhús, og soleiðis ofra tann vakra garðin, men bjarga sær peningaliga. Hesum er Ljuba sterkt ímóti, hon vil hava Kirsiberjagarðin at standa sum hann altíð hevur gjørt, men hon hevur einki boð uppá hvussu trupulleikarnir kunnu loysast. Og meðan tey øll halda fram at brúka pengar og vóna at ein loysn fer at koma, nærkast tvingsilssølan í heilum.

Kirsuberjatrøðini blomstra uttan at bera frukt. Tað gera fólkini á góðsinum á ein hátt eisini, tey eru góð og vilja alt tað besta, men tey mangla evni at loysa tað óføri, tey eru komin í og lata eyguni aftur og royna at liva sum fyrr.

LEIKRIT
Anton Tjekhov

TÝÐING
André Niclasen

LEIKSTJÓRN
Guðjón Pedersen

PALLMYND
Finnur Arnar

BÚNAR
Elín Edda Árnadóttir
Katrin Bonde

LJÓSSNIÐGEVI
Árni Baldvinsson

PALLSMÍÐ
Símun Pauli Hansen
Janus Brix Kamban

Leikarar

Barbara Christophersen
Bárður Persson
Birita Mohr
Egi Dam
Hans Tórgarð
Hjálmar Dam
Katarina Nolsøe
Mariann Hansen
Páll Danielsen
Kjartan Hansen
Kári Øster
Súsanna Tórgarð

Kári Øster

Barbara Christophersen

Bárður Persson

Hjálmar Dam

Kjartan Hansen

Birita Mohr

Páll Danielsen

Katarina Nolsøe

Egi Dam

Mariann Hansen

Súsanna Tórgarð

Hans Tórgarð

Handan leikin

André Niclasen

Leikstjóri

Guðjón Pedersen

Pallsmiðjur

Símun Pauli Hansen

Elín Edda Árnadóttir

Janus Brix Kamban

Ljóssniðgevi

Árni Baldvinsson

Finnur Arnar Arnarson

Búnar

Katrin Bonde

Myndir: Finnur Arnar Arnarson

bottom of page