Leikárið
2005-06
Frumsýning
5. nov. 2005
Annika Enckell hevur gjørt til leik eftir søgu hjá Astrid Lindgren
Ronja Ránsmansdóttir
Samstarvsverkætlan við Tórshavnar Musikkskúla og Norðurlandahúsið
Ronja veit ikki, at pápi hennara er ránsmaður - ella hvat ein ránsmaður er. Hóast foreldur hennara ávara hana ímóti tí vandamikla og ónda úti í heiminum, vil Ronja uppliva og gera sínar metingar av heiminum sjálv - og eisini vera við til at broyta tann heimin, hon livir í.
Frumsýning
7. aug. 2005
eftir Bjørk Jakobsdóttir
Sellofan
Sellofan snýr seg um lívið hjá karrierukvinnuni, sum í sínum stressaða dagligdegi roynir at samtvinna egnar arbeiðsambisjónir, barnauppalingina og sexlívið. Men eftirsum tað er heldur trupult hjá henni at náa alt, so verður ymiskt (sum til dømis: reingerð og rudding) útsett til seinni, man skal jú sleppa at hugna sær frammanfyri sjónvarpinum onkuntíð!
2005-06
-