Reinis Suhanovs
er ein lettiskur pallsniðgevi og leikstjóri, útbúgvin á bæði the Art Academy of Latvia, og the Latvian Academy of Culture.
Reinis starvast í dag á millum annað Valmiera Drama Teatrinum og í Lettiska Tjóðleikhúsinum.
Á síni yrkisleið hevur Reinis verið tilnevndur og vunnið fleiri altjóða virðislønir - bæði fyri síni pallsnið og sína leikstjórn.
Í síni palllist arbeiðir hann við tí, hann kallar, samansetingini millum visuella søgufrásøgn og rúmliga nýskapan. Arbeiðið hansara fevnir um smá, intim drama til stórar opera-framførslur til dansi- og tónleikafestivalar á stórum ítróttarvøllum.
Sum ein av stovnarunum av Summar-sjónleikafestivalinum í Valmiera, er Reinis eisini kendur fyri at pallseta framførslur á meiri óvanligum støðum so sum í skógum og í miðbýum.
Hugskotið handan Holið eigur Reinis saman við Elmars Senkovs, sum leikstjórnar Holið, meðan Suhanovs heur sniðgivið pallmyndina.

