top of page

Aurélie Remy

er sjónbandasniðgevi. 


Síðan Aurélie var heilt ung hevur hon starvast saman við sjónleikar- og operafeløgum.

Hon fór at lesa filmskriving og -greining á Université Libre de Bruxelles, og eftir lokið prógv skrivaði og leikstjórnaði Aurélie sín fyrsta miðallanga film við yrkissjónleikarum.

Kend fyri sínar einastandandi klippiførleikar, sniðgav og framleiddi hon síðan sjónbond til tónleikaligar framførslur í Belgia (Opera Royal de Wallonie, Palais des Beaux-Arts de Charleroi, Flagey Brussels, Young Orchestra Flanders við fleiri), í Fraklandi (París, Bourges, Reims , Strásburg við fleiri), í Týsklandi (Krefeld, Mönchengladbach, Potsdam við fleiri) og í Eysturríki (Linz og Innsbruck).


Aurélie skapar undranarverdar alheimar, har hon sameinir tónleik og myndir á sín heilt serstaka hátt. Hennara høvuðsmál er at skapa myndir ið vekja bæði hugflog og kenslur. Ítøkiligar myndir - men tó fjaldar í sjálvum sjónleika- og tónleikaverkunum soleiðis, at tær geva hesum framførslum eina aðra djúpt og breidd.


Pallsniðgevingin í Regin smiði er í stóran mun ein stórskermur, har sjónbond verða varpað upp á, og hesum sjónbondum stendur Aurélie fyri.

Leikir á Tjóðpallinum

bottom of page