Um Leiklistaráðið
Leiklistaráðið verður tilnevnt av Mentamálaráðharranum sambært lóg og kunngerð fyri Tjóðpallin og Leiklistaráðið. Ráðið hevur yvirskipaðu leiðsluna av Tjóðpallinum og:
-
setir stjóran fyri Tjóðpallin
-
hevur minst fýra fundir um árið, har leikskrá, fíggjarstøða, fíggjarætlan og onnur mál av týdningi fyri Tjóðpall Føroya og leiklist sum heild verða umrødd
-
góðkennir fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár og staðfestir virksemi stovnsins eftir tilmæli stjórans
-
skal tryggja samstarvið millum Tjóðpall Føroya, Meginfelag áhugaleikara Føroya, aðra leiklist og onnur lista- og mentanarøki, og ráðgeva landsstýrismanninum í leiklistaligum spurningum
-
ger tilmæli til landsstýrismannin um stuðul til yrkisleiklist.
Leiklistaráðið verður valt fyri trý ár í senn og telur sjey fólk. Landsstýriskvinnan tilnevnir tvey umboð, har annað er formaður. Hinir limirnir í Leiklistaráðnum verða tilnevndir av ávikavist Leikarafelag Føroya, Meginfelag Áhugaleikara Føroya, Listafólkasambandi Føroya, Tórshavnar Býráð, umframt at starvsfólkini á Tjóðpalli Føroya velja eitt umboð.
Leiklistaráðið
1. oktober 2020 til 30. september 2023
Ólavur Jøkladal, formaður, valdur av landsstýrismanninum
Birna Heinesen, næstforfólk, vald av landsstýrismanninum
Durita Dahl Andreassen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
Búi Dam, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Barbara Hentze í Stórustovu, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya
Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð
1. desember 2017 til 30. september 2020
Ingibjørg Berg, forkvinna, vald av landsstýriskvinnuni
Oddfríður M. Rasmussen, valdur av landsstýriskvinnuni
Noomi Reinert, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Birna Heinesen, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
Turpin Napoleon Djurhuus, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð
Fríða Midjord, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya
1. mai 2014 - 30. november 2017
Elsa Jóhanna Høgenni, forkvinna vald av Mentamálaráðnum
Dánjal Joensen, næstformaður valdur av Mentamálaráðnum
Ingibjørg Berg, innstillað av Tórshavnar Býráð
Marita Dalsgaard, innstillað av Listafólkasamband Føroya
Hilmar Joensen, innstillaður av Meginfelag áhugaleikara Føroya
Annfinnur Heinesen, innstillaður av Leikarafelag Føroya
Katrin Bonde, starvsfólkaumboð
1. mai 2011 - 30. apríl 2014
Mikkjal N. Helmsdal, formaður valdur av Mentamálaráðnum
Elsa Jóhanna Høgenni, vald av Mentamálaráðnum
Jóan Petur Hentze, innstallaður av Tórshavnar Býráð
Hilmar Joensen, innstillaður av Meginfelag áhugaleikara Føroya
Lydia Didriksen, innstillað av Listafólkasamband Føroya
Páll Danielsen, innstillaður av Leikarafelag Føroya
Katrin Bonde, starvsfólkaumboð
1. mars 2008 - 28. februar 2011(longt til 01.05.2011)
Annika Sølvará, forkvinna vald av Mentamálaráðið
Jóan Petur Hentze, næstformaður vald av Mentamálaráðið
Gulla Øregaard, innstillað av Tórshavnar Býráð
Jógvan E. Ósá, innstillaður av Meginfelag áhugaleikara Føroya
Oddfríður Marni Rasmussen, innstillaður av Listafólkasamband Føroya
Laura Joensen, innstillað av Leikarafelag Føroya
Ria Tórgarð, starvsfólkaumboð
1. august 2004 - 31. juli 2007 (longt til 01.03.2008)
Annika Sølvará, forkvinna vald av Mentamálaráðið
Martin Mouritsen, næstformaður valdur av Mentamálaráðið
Jákup Simonsen, innstillaður av Tórshavnar Býráð
Dánjal Joensen, innstillaður av Meginfelag áhugaleikara Føroya
Jón Thorsteinsson, til mars 2006, innstillaður av Listafólkasamband Føroya
Oddfríður Marni Rasmussen, frá januar 2007, innstillaður av Listafólkasamband Føroya
Laura Joensen, innstillað av Leikarafelag Føroya
Ria Tórgarð, starvsfólkaumboð frá november 2006