top of page

Verkstova í selftapes og casting

Verkstova í selftapes og casting á Tjóðpalli Føroya

við Yngvill Kolset Haga


Dato: Leygardagin 21.mars og sunnudagin 22. mars

Tíð: Kl. 10.00 - 16.00

Prísur: dkk 400,-


Tilmelding fer fram við at skriva til info@tjodpallur.fo í seinasta lagi 13. mars.


Verkstovan er serliga ætlað teimum, ið fáast við yrkis pall- ella filmslist, men øll eru vælkomin at søkja.


Um verkstovuna:

Sum heild er øll casting, bæði tá tað snýr seg um at vera fysiskt tilstaðar, og tá talan er um selftape, ein øðrvísi starvssamrøða. Har er eingin frymil í okkara virksemi; hvørki framman fyri ella aftan fyri kamera. Hetta ger yrkið, ið vit arbeiða við, spennandi, men stundum eisini ørkymlandi.


Seinastu árini eru selftapes í sambandi við casting vorðin ein eins nógv nýttur háttur og

tað er, at møta fysiskt upp til casting. Hetta kemst bæði av farsóttini, ið var, men eisini tí

at casting í dag fer fram á einum meira altjóðað stigi.

Fyri nógv kann tað tykjast avbjóðandi við selftapes, men tað nýtist als ikki at vera so torført. Komið og gerið selftapes saman, so kunnu vit gjøgnumganga tey og tosa saman um, hvat riggar – og hvat riggar minni væl. Undirvísarin á verkstovuni, Yngvill Kolset Haga, fer at deila sínar hugsanir og hvat henni dámar sum castari, tá hon móttekur selftapes.


Á verkstovuni:

  • Vit framleiða og greina selftapes

  • Orðaskifti um casting og innlit í, hvussu skeiðshaldarin hugsar sum castari

  • Hvat kann gera umstøðurnar til eina casting einfaldari hjá viðkomandi, sum skal gjøgnumføra hana?


Fyrireiking áðrenn og á sjálvari verkstovuni: 

Áðrenn fyrsta skeiðsdag fáa luttakararnir eina selftape-uppgávu, sum vit gjøgnumganga í felag. Eftir hetta verður ein uppgáva útflýggjað aftrat, sum luttakararnir fyrireika til næsta skeiðsdag.


Um Yngvill Kolset Haga:


Yngvill er útbúgvin á norska filmskúlanum við framleiðslu sum høvuðsgrein, og hevur eisini eina bakgrund innan sjónleik. Hon er ein av teimum mest viðurkendu filmscastarunum í skandinavia, og hevur castað eina røð av filmum og sjónvarpsrøðum. Harafturat hevur hon arbeitt við altjóða kendu filmunum; The Worst Person in the World og Sentimental Value eftir Joachim Trier.


Hon var fyri stuttum tilnevnd víðagitnu BAFTA-virðislønina fyri castingina til filmin Affeksjonsverdi eftir Joakim Trier. Filmurin vann Grand Prix í Cannes í 2025, og er m.a. tilnevndur 9 Oscar-virðislønir.


Yngvill hevur regluliga verkstovur í selftapes og casting, og vit gleða okkum almikið at bjóða henni vælkomnari til Føroya.



Mynd: Rebekka Haga

Telefonavgreiðsla 

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 15:00

Teldupostur: info@tjodpallur.fo

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2025 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page