Snati
Eldri leikur í nýggjum hami
Leikárið 2011-2012 hjá Tjóðpalli Føroya er farið ígongd, og byrjað verður við einum barnaleiki.
Snati kallast leikurin og er hetta eitt gamalt føroyskt ævintýr, sum leikbólkurin Gríma við
Súsonnu Tórgarð, Riu Tórgarð og Kristinu S. Hansen skrivaðu um til leik og framførdu í 1994.
Nú er hann tikin framaftur og hevur fingið nýggjan ham.
Ein risi, trý trøll, ein drongur, ein prinsessa, ein kongur, ein mamma, ein pápi, ein kolmeistari, ein prinsur og ein heilt serligur hundur.
Hesuferð eru tað sjónleikarnir Barbara Christophersen og Gunnvá Zachariasen, sum hava endurtulkað ævintýrið saman við Súsonnu Tórgarð, leikstjóra.
Gamalt føroyskt ævintýr
Ævintýrið um Snata snýr seg um drúgvu ferðina hjá einum drongi, sum fer út í stóru verð, har hann møtir nógvum truplum og vandamiklum avbjóðingum. Hann hittir fólk og verur av øllum handa slag, summar góðar, summar óndar. Drongurin fær arbeiði á sjálvari kongsborgini og stóri spurningurin er, um hann mann fara at vinna prinsessuna og hálva kongaríkið?
Eitt stríð um ta ónda og ta góða, um vinaløg, hetjubrøgd, gand, vald, kærleika og lív og deyða.
Leikaranir hava úr at gera og fara inn og út úr í minsta lagi 15 leiklutum.
Dukkur frá Marjun
Í leikinum hendir mangt og hvat, og her er eisini dukkusjónleikur. Handseymaðum dukkurnar hevur Marjun Jóanesardóttir, sála evnað til. Marjun hevur ríkað mangan føroyskan sjónleik við sínum serstøku dukkum og stuttligu búnum. Nú sleppa vit at uppliva tær í hesum leikinum.
LEIKRIT
Kristina Sundar Hansen
Ria Tórgarð
Súsanna Tórgarð
ENDURTULKING
Barbara Christophersen
Gunnvá Zachariasen
LEIKSTJÓRN
Súsanna Tórgarð
PALLMYND
Mikkjal Arge Galán
Aksel H. Tórgarð
PALLGERÐ
Mikkjal Arge Galán
Katrin Bonde
Símun Pauli Hansen
BÚNAR
Sonja Design
HANDSEYMAÐAR DUKKUR
Marjun Jóanesardóttir
Leikarar
Gunnvá Zachariasen
Barbara Christophersen
Myndir: Tróndur Dalsgarð & Finnur Justinussen