top of page

Open call - Researchari

Tjóðpallur Føroya / Nunatta Isiginnaartitsisarfia / fix+foxy søkja eftir researchara og samskipara í Føroyum til interaktivu sýningina RÍKIÐ 2.0


Dugir tú væl at koma í prát við fólk, tú ongantíð hevur møtt áður? Ert tú forvitin eftir, hvat rørir seg í tínum nærumhvørvi, og dugir tú væl at skapa sambond tvørtur um ymiskleikar? Kanst tú varðveita yvirlitið, tá ið bæði samrøður skulu fyriskipast, praktisk viðurskifti samskipast og ein beinleiðis stroyming setast upp?

So ert tað møguliga tær, ið vit leita eftir.


Um sýningina

Við støði í sambandinum millum Føroyar, Kalaallit Nunaat og Danmark kannar sýningin RÍKIÐ 2.0 ríkisfelagsskapin sum eitt kreppurakt virki ella eina kreppurakta familju, ið hevur tørv á coaching, liðmenning og torførum samrøðum. Áskoðararnir verða bodnir inn í eitt markamót millum interaktiva ráðstevnu, dokumentariskan sjónleik og sálarfrøðiligt kamarspæl, har søguligar ósemjur og nútíðar valdsviðurskifti verða sett til kjak.

RÍKIÐ 2.0 er eitt samstarv millum Tjóðpall Føroya, Nunatta Isiginnaartitsisarfia (Grønlendski Tjóðpallurin) og fix+foxy leikhúsið í Keypmannahavn.


Vit leita eftir

Vit leita eftir einum lokalum researchara og samskipara, sum kann gerast partur av menningini og gjøgnumførsluni av sýningini.


Tú verður bindiliður millum listarliga toymið og føroyska/grønlendska/danska samfelagið. Ein stórur partur av arbeiðinum snýr seg um at finna fólk við áhugaverdum sjónarhornum, fáa samband við tey og skapa karmarnar fyri góðum samrøðum og intervjúum.


Tínar uppgávur vera millum annað at:

• eyðmerkja viðkomandi persónar, umhvørvi og sjónarhorn í nærumhvørvinum
• taka upp samband og byggja relasjónir við intervjúpersónar
• fyrireika og gjøgnumføra samrøður og intervjú
• samskipa fundir, avtalur og praktisk viðurskifti
• handfara einfaldar tekniskar loysnir sum telefon, stativ, ljóð og stroyming
• virka sum lokalur sparringspartnari hjá listarliga toyminum


Vit ímynda okkum, at tú

• ert forvitin um fólk og søgur teirra
• dugir væl at skapa álit og fáa fólk at kenna seg trygg
• kanst tosa við nógv ymisk sløg av fólki
• arbeiðir sjálvstøðugt og tekur stig
• ert skipað/ur og dugir væl at fylgja upp upp á avtalur
• kanst loysa einfaldar tekniskar uppgávur
• dugir at tosa føroyskt
• ert trygg/ur við at standa framman fyri einum kamera, um støðan krevur tað


Tað er ikki avgerandi, um tú hevur royndir innan palllist. Bakgrund innan mentan, journalistikk, samskifti, tiltaksframleiðslu, felagslívið ella líknandi kunnu vera líka viðkomandi.


Tíðarskeið

Tú skalt vera tøkur í hesum tíðarskeiðum:

Framleiðslutíðarskeið
4. januar – 4. februar 2027 (Tórshavn)

Sýningarskeið
5.–20. februar 2027 (Tórshavn)
8.–22. mars 2027 (Nuuk) Tú luttekur live úr Føroyum umvegis stroyming .
3.–9. juni 2027 (Keypmannahavn) Tú luttekur live úr Føroyum umvegis stroyming .
22.–23. juni 2027 (Festspillene i Nord-Norge, TBC) Tú luttekur live úr Føroyum umvegis stroyming.


Umsókn

Send eina stutta video (2–3 minuttir) á donskum ella enskum, har tú greiðir eitt sindur frá tær sjálvum og tíni bakgrund. Harumframt skalt tú í videoini greiða frá, hví tú hevur hug at koma til casting á verkætlanini, hvat títt samband við ríkisfelagsskapin er, og hvat tú heldur vera týdningarmikið at fáa fram í eini sýning um ríkisfelagsskapin.


Videoið verður grundarlag undir úttøkuni til castingina. Tú nýtist ikki at fyrireika nakað framkomið. Vit hava áhuga í at hitta teg og hoyra tínar egnu tankar, royndir og sjónarhorn.

Umsóknarfreist: 10. november

Umsókn verður send til: mie@tjodpallur.fo

Casting verður 16. november.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

​

​

​

​

​

Telefonavgreiðsla 

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 15:00

​

Teldupostur: info@tjodpallur.fo

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2025 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page