top of page
Naalagaaffik – Ríkið 2.0
Naalagaaffik – Ríkið 2.0 er eitt samstarv millum Tjóðpall Føroya, grønlendska tjóðleikhúsið Nunatta Isiginnaartitsisarfia og danska leikbólkin Fix+Foxy. Sýningin kannar, hvat ríkisfelagsskapurin er í dag, og hvussu felags søgan og sambandið millum Føroyar, Grønland og Danmark ávirkar londini og fólkið í teimum.
Leikurin verður mentur av einum listaligum liði við listafólkum og sjónleikarum úr øllum trimum londunum. Menningarverkstovur og royndir verða hildnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark, og sýningin verður eisini spæld í øllum trimum londunum. Tue Biering er leikstjóri. Í listaliga liðnum eru eisini Vivi Sørensen, stjóri á grønlendska tjóðleikhúsinum, og føroyski pallmyndasmiðurin Sámal Blak.

bottom of page
