top of page

Martýrar

Um høvundan og leikin.

Marius von Mayenburg varð føddur í München í 1972 og er ein navnframur týskur leikritahøvundur, leikstjóri og dramaturgur. Martýrar er millum kendastu verk hansara og hevur verið framført á pallum kring alt Europa.


Leikurin varð fyrstu ferð settur á pall í Týsklandi í 2012. Og hann lýsir tíðarleys temu sum seksualitet, ymiskleika og átrúnað.


Høvuðspersónurin er ein ungur drongur, Benjamin, sum setir seg upp ímóti teimum sosialu og átrúnaðarligu virðunum, sum skúlin og familja hansara byggja á.


Benjamin vil ikki luttaka í svimjifrálæruni. Hann er farin inn í seg sjálvan. Mamma hansara heldur, at tað er eitt tann-áringa skifti, sum fer at ganga yvir, og hevur illgruna um, at hann fæst við rúsevni. Lívfrøðilærarin heldur, at tað er eitt neyðarróp. Men eingin hevur lisið Benjamin rætt. Hann meinar veruliga tað, hann sigur: Gentur í bikiní eru ein skemd móti trúgv hansara.


Martýrar er eitt nútímans drama um ein ungan drong, sum uttanífrá sær einsamallur út, men sum er við at fara inn á ein veg, sum er nógv vandamiklari, enn nakar kundi ímynda sær. Bíbliulesturin er vorðin alt fyri Benjamin, og so smátt byrjar hann at bjóða øllum umheimi sínum av - mammu síni, lærarunum, Darwini og øll teimum virðunum, sum skúlin og menniskuni rundan um hann byggja á.


'Martýrar' er líka aktuellur og viðkomandi í dag, sum hann var í 2012; við eini samanrenning av djúpum álvara, humori og framúrskarandi væl skrivaðum persónslýsingum, setir leikurin okkum yvir av fleiri spurningum, sum vit kanska ikki hava hug at fyrihalda okkum til. Kemur fíggindin og vandin altíð uttanífrá? Kunnu mentanin og virðini, sum vit øll halda eru røtt, skaða okkum? Eru vit blind fyri hóttanum, sum koma úr okkara egna jørðildi? Er tolsemi okkara kanska so stórt, at tað kann ávirka okkum neiliga?

​

​

​

Handan leikin

​

Búi Egason Dam

​

Telefonavgreiðsla 

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 15:00

​

Teldupostur: info@tjodpallur.fo

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2025 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page