top of page
Marfa Gorvits
Improvisatiónsverkstova við leikstjóranum Marfa Gorvits
25. og 26. oktobur 2025
Leygardagin kl. 17.00 - 20.00
Sunnudagin kl. 12.00 - 15.00
Verkstovan verður sett saman av ymiskum venjingum, sum snúgva seg um improvisatión, hugflog, ensemblearbeiði og arbeiði við leiklutinum. Skipanin, sum Marfa undirvísir í, er grundað á námsfrøðingar sum Stanislavskij, Michael Tjechov, Fomenko o.o.
Verkstovan er ókeypis og opin fyri øll palllistafólk.
Er hetta nakað fyri teg?
Send okkum ein teldupost á info@tjodpallur.fo
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 22. oktobur!

bottom of page
