top of page

Hvør á kroppin á øðrum

HVØR Á KROPPIN Á ØÐRUM er eitt tiltak, ið heiðrar dansin sum listagrein. Tað er ein samansett sýning, við longri og styttri verkum, ið verða at síggja á Tjóðpalli Føroya 22. og 23. juli 2022. 


Á pallinum verða yrkisdansarar frá Grov Productions (NO), RIVA Faroese Dance Company (FO) og DansiEksperimentið (FO).


Riva samskipar verkætlanina.


RIVA fer at sýna fram eina trio og vísa dansifilmarnar URÐ og EIR, ið eru gjørdir í samstarvi við RAMMATIK. 

Grov Productions sýnir fram samtíðardansistykkið Her Past in Their Present Now. 

DansiEksperimentið sýnir fram eina duett innan samtíðardans og eitt waacking stykkið.


Les meira um sýningina her

KOREOGRAFI OG FRAMFØRSLA
Anja Neukomm (CH)
Rannvá Guðrunardóttir Niclasen (FO)
Vár Bech Árting (FO)

Endurpallset við Búa Rouch fyri Anju Neukomm.

TÓNLEIK
"Toku" eftir Monolake / "Looming" eftir Rival Consoles

STUÐLAR
Mentanargrunnur Landsins, Nordisk Kulturkontakt, Uttanríkis- og mentamálaráðið og Loftbrúgv

bottom of page