Hevur tú sæð Carmen?
Opera.fo setur barnaleikin - ella pixi-operuna - Hevur tú sæð Carmen? upp á Tjóðpalli Føroya.
Pixi-operan, Hevur tú sæð Carmen?, er skrivað við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum, Georges Bizet.
Carmen er ein av kendastu operunum sum er skrivað, og flestu okkara kenna ariuna Habanera og Toreador-sangin ið eru úr hesu operuni, og sum nú eru týddir til føroyskt.
Okkara útgáva av Carmen, henda pixi-operan, er tillagað børn í skúlaaldri. Tó eru yngri børn væl komin at hyggja saman við vaksnum.
Søgan í Hevur tú sæð Carmen? snýr søgan seg um ein leikbólk sum ferðast runt og sigur søgur um ta kendu Carmen sum sigst hava stolið loyniligu lakrespípu-uppskriftina frá lakrespípuvirkinum, har tær allar plagdu at arbeiða.
Hugskotið og handritið handan pixi-operuna eigur Birita Adela Davidsen sum eisini leikstjórnar verkinum.
Leikararnir í Hevur tú sæð Carmen? eru limir í nýggja gentuleikbólkinum hjá Opera.fo, Operetturnar; 16 gentur í aldrinum 9-15 ár sum á pallinum bæði spæla sjónleik og ljóðføri, og syngja og dansa.
Sýningin varir umleið 35 min.
Sýningar verða á Tjóðpalli Føroya:
Leygardagin 18/1 kl. 14:00 og 15:30
Sunnudagin 19/1 kl. 14:00 15:30
ATGONGUMERKI FÁAST Á ATGONGUMERKI.FO
TÓNLEIKUR
Georges Bizet
HUGSKOT OG HANDRIT
Birita Adela Davidsen
LEIKSTJÓRN
Birita Adela Davidsen
HJÁLPARLEIKSTJÓRN:
Anny Joensen Thorsen
KOREOGRAF
Diana J. Hansen
PLAKAT
Kjartan Magnussen
MYNDIR
HeinesenMyndir
OPERETTUR
Annika Sigurdardóttir Kristiansen
Alda Akralíð
Bergtóra Glóð Heinesen
Hjørdis Sjóvará Bendtsen
Íðunn Gaard Tróndardóttir
Kristina Holm Johannesen
Rannvá Píl Heinesen
Ria Egilstoft
OPERETTUKÓRIÐ
Edit Lamhauge Filipsdóttir
Eyð Lý Helgadóttir Justinussen
Hildur Hermansdóttir
Leandra Wolles Johannessen
Røskva Brandsdóttir
Sára Jákupsdóttir
Una Elisabet Greve
Vígdis Vár Tummasdóttir Rubeksen

Myndir: HeinesenMyndir