top of page

Heimsins bestu jarðarferðir

Tjóðpallur Føroya venur í løtuni sjónleikin “Heimsins bestu jarðarferðir”. Hetta er ein svenskur leikur fyri børn og vaksin, ið Volker Quandt hevur gjørt til leik eftir bókini “Alla döda små djur” eftir Ulf Nilsson og Evu Eriksson. 


Hetta er ein sera poetiskur leikur har vit øll, stór sum smá, kenna okkum aftur. Leikurin viðger deyðan á ein poetiskan og natúrligan hátt; deyðan, ið hugtekur og ræðir okkum øll, eisini børn. Hesin leikurin fæst óræddur við hetta evnið, ið vit viðhvørt aftra okkum við at viðgera saman við børnum.

Leikurin verður framførdur á Tjóðpalli Føroya frá 15. januar 2010. Síðani verður farið at ferðast kring landið.


Leikurin er fyrst og fremst ætlaður børnum frá 5 til 10 ára aldur, men talar sanniliga eisini til størri børn og ikki minst vaksin.


“- Verðin er full av deyðum! segði Ester. - Millum runnarnar liggur ein deyður fuglur, ein firvaldur, ein mús. Onkur má verða fittur og taka sær av teimum. Onkur má taka seg saman og jarða øll hesu deyðu. - Hvør? spurdi eg. - Vit, segði hon. Ester var altíð so djørv. Sjálvur ræddist eg bæði lívið og deyðan.”

-Brot úr leikinum

LEIKRIT
Volker Quandt
eftir bók hjá Ulf Nilsson og Evu Eriksson

TÝÐING
Laura Joensen

LEIKSTJÓRN
Birita Mohr

BÚNAR
Katrin Bonde

Leikarar

Barbara Christophersen
Bárður Persson

Barbara Christophersen

Bárður Persson

Handan leikin

Leikstjóri

Birita Mohr

Búnar

Katrin Bonde

Týðari

Laura Joensen

Myndir: Martin Sirkowsky

bottom of page