Three Sisters
Leikurin Tríggjar Systrar eftir Anton Tjekhov verður nú pallsettur fyri fyrstu ferð í Føroyum.
Søgan um eina familju, sum leingist eftir einari betri tilveru og einum eydnusamari lívi í stórbýnum, er eins viðkomandi fyri okkum í dag, sum tá leikurin upprunaliga hevði frumframførslu í Moskva í 1901.
Leikurin, ið tá var leikstjórnaður av Konstantin Stanislavski, sigur søguna um tær tríggjar systrarnar Olgu, Mashu og Irinu, sum kenna seg standa í stað, í lítlu bygdini, sum søgan gongur fyri seg í. Longsulin eftir betri korum og eftir einari aðrari tilveru er kjarnin í leikinum, og er samstundis orsøkin til, at fólk kring heimin kenna seg aftur í hesi søguni, ið hesa ferð verður sett á pall í gomlu fimleikarhøllini í Hoydølum, leikstjórnað av Evgeniiu Gromovu, ið hevur hollar royndir við at tulka og pallseta leikrit eftir Tjekhov, millum annað í Russlandi og í Noregi.
Hon sigur m.a. soleiðis um hesa uppsetanina:
“Leikurin Tríggjar systrar er tíðleysur. Tjekhov sigur søguna um menniskju, sum tykjast ikki at megna at liva í núinum. Tey liva antin í gjárdegnum ella í morgindegnum. Lívið rennur teimum av hondum. Tríggjar systrar droyma um at sleppa burtur úr lívinum á bygd og droyma um eitt eydnuríkt lív í høvuðsstaðnum, uttan at skilja, at eydnan býr í teimum sjálvum og ikki í einum øðrum býi. Saman við sjónleikarunum vil eg kanna, um tað ber til at byrja av nýggjum – og, enn týdningarmiklari, um tað veruliga er neyðugt”.
Leikarahópurin telur heili níggju leikarar og í høvuðsleiklutunum sum tær tríggjar systrarnar síggja vit Riu Tórgarð, Súsonnu Tórgarð og Kristinu Sundar Hansen í innovativari pallmynd eftir Sámal Blak.
Nakrar tøkkir í sambandi við Tríggjar systrar.
Tjóðpallurin hevur ofta haft brúk fyri vælvild frá einstaklingum, feløgum, stovnum og fyritøkum, tá vit seta leikir upp. Vit kunnu ikki keypa okkum til alt, ið vit hava brúk fyri, og tá er tað kærkomið at onkur sýnir okkum ta vælvild og tað álit at læna okkum t.d. møblar, klæði, lutir v.m
Tríggjar systrar er onki undantak í so máta, og tí skulu hesi hava eina inniliga tøkk frá okkum fyri sýnda vælvild:
Føroya Fólkaháskúli, Havnar Sjónleikarafelag, Klaksvíkar sjónleikarafelag, Landssjúkrahúsið, Reyði Krossur Føroyar, Sankta Franks Skúli, Vøggan sp/f
Hví spæla vit Anton Tjekhov í 2026?
Undir tilgongdini at seta upp leikin “Tríggjar systrar” eru tveir spurningar, sum vit á Tjóðpalli Føroya hava sett okkum sjálvum og roynt at svara.
Tann fyrri spurningurin er: Eru leikirnir hjá Anton Tjekhov eftir 125 ár enn viðkomandi fyri eina føroyska áskoðarafjøld í 2026?
Svarið upp á hendan spurningin er sera einfalt - Anton Tjekhov er ein ektaður klassikari, ein framúrskarandi lýsari av menniskjalívinum, sum tað verður livað av heilt vanligum menniskjum.
Tjekhov skrivaði um menniskju og teirra næru sambond og jarðbundnu dreymar upp á ein ektaðan máta, sum eingin hevði gjørt undan honum, og sum ongin heilt hevur megnað eftir hann.
Hin spurningurin, vit hava sett okkum her á Tjóðpallinum, er: Er tað rætt at seta ein russiskan sjónleik upp í hesum tíðum, tá kríggj er í Europa, orsakað av, at Russland er lopið á eitt av grannalondum sínum?
Ongin skal vera í iva um, at vit taka greiða frástøðu frá krígsførsluni hjá Russlandi í Ukraina.
Í okkara innanhýsis samrøðum eru vit komin til somu niðurstøðuna, sum nógv onnur leikhús í Norðurlondum og Vestureuropa eisini eru komin til. At tað ikki er rætt at boykotta øll russisk listafólk og allar russiskar høvundar orsakað av gerðunum hjá russiska stýrinum.
Tjekhov skrivaði beinleiðis ímóti yvirvøldini í síni samtíð og lýsti tað modernaða menniskjað við øllum tess veikleikum upp á ein máta sum illa hevur latið seg brúka sum amboð fyri russiska tjóðskapardyrkan. Tekstir hansara eru ikki hetjudyrkandi lýsingar av russiskari søgu og russiskum stórríkjadreymum. Tvørturímóti skrivar Tjekhov um anti-hetjur, gerandismenniskju, sum jagstra eydnuna og leita eftir meiningini við lívinum alla aðra staðni, enn beint har tey sjálvi eru.
Tí er Anton Tjekhov ein tann mest anti-autoritera, modernaða og mest altjóða fevnandi røddin í russisku bókmentasøguni. Og tí talar hann líka viðkomandi við okkum í dag, sum fyri 125 árum síðani.
Og tí er svar okkara á Tjóðpalli Føroya til seinna spurningin omanfyri:
Ja, tað er rætt, og vit standa inni fyri, at spæla ein leik eftir Anton Tjekhov í Føroyum í 2026!
Og við hesum orðum fara vit at ynskja tykkum at vera væl komin til Tríggjar Systrar í fimleikahøllini í Hoydølum.
Leikrit
Anton Tjekhov
Týðing
Beinir Bergsson
Leikstjórn
Evgeniia Gromova
Pallmynd og Búnasniðgevi
Sámal Blak
Ljóssniðgevi
Marte Stormo
Ljóðsniðgevi
Baldur Kampmann
Koreografur
Geir Hytten
Pallsmíð
Símun Pauli Hansen
Nicolaj Falck
David Geyti
Búnamakari
Sólvør Helgadóttir
Framleiðslustjóri
Anny Leo Thorsen
Samskipari
Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir
Fyrisitingarligur samskipari
Mikkjal Niels Helmsdal
PR og marknaðarføring
Savna
Starvsnæmingur
Ragnar Marr Erlandsson
Leikarar
Ria Tórgarð
Súsanna Tórgarð
Kristina Sundar Hansen
Hans Tórgarð
Sofía Nolsøe Mikkelsen
Kjartan Hansen
Bjørn Mohr
Hjálmar Dam
Harald Thompson Rosenstrøm

Handan leikin
Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré


















