top of page
Mikkjal Niels Helmsdal
Er útbúgvin dramaturgur frá Aarhus Universitet og arbeiddi í sínum ungu árum innan sjónleikar- og mentunarlívið í Føroyum og Norðurlondum. Hann var við í fleiri yrkisleikuppsetingum í 1980’unum og 1990’unum, eitt nú Hvør ræðist Virginiu Woolf?, Ver tú hjá mær, Frøkun Julie og Glataðu spælimonnunum. Hann var dagligur leiðari hjá Grímu 1995-1997, stjóri á Nordens Institut på Åland 1997-2001 og stjóri í Sjónvarpi Føroya 2001-2004. Frá várinum 2007 og 19 ár fram var Mikkjal studentaskúlarektari, fyrst í Hoydølum í Føroyum og síðani 13 ár í Danmark. Tann 1. september byrjaði hann í nýggjum starvi sum fyrisitingarligur samskipari á Tjóðpalli Føroya. Og harvið ber til at siga, at hann er komin heim i meira enn einum týdningi.

Leikir á Tjóðpallinum
bottom of page
