top of page
Bjorn Mouritzarson Mohr
er føddur í 1994. Bjørn hevur nomið sær útbúgving innan leiklist í Onglandi á University of Sussex- Theatre and Performance í 2020. Útbúgvingin fevnir breitt innan leiklistarliga yrkið, eitt nú leiklist, leikstjórn og framførslulist. Hann hevur virkað í Dreymar við havið og Seinasta paradís á jørð hjá Sakaris Stórá, ið vann filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2025.
Harafturat hevur Bjørn lagt rødd til nógvar leiklutir í sendirøðum hjá Kvf.
Hann hevði debut á Tjóðpallinum í 2025 í leikinum Gerandislív í triðja ríkinum eftir Bertholt Brecht.

Leikir á Tjóðpallinum
bottom of page
