top of page

Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir

er útbúgvin musicalartistur á Balettakademien í Gøteborg. Hon hevur m.a. starvast fyri svensku fyritøkuna 2-Entertain og lagt rødd til leiklutir og eyðkennisløg í hópin av sendirøðum og jólakalendarum hjá KVF. Hon hevur leikt á Tjóðpalli Føroya við Veitslan, umframt í fleiri uppsetingum í Sjónleikarhúsinum og Norðurlandahúsinum. Eyð varð viðskapari og leikari í barnaleikinum, Luddi og Lundisa og gav saman við Kára Jacobsen út tónleikaútgávuna, Tungl í 2012. Hon var partur av kvinnukvintettini, KATA frá 2008-2022. Seinna útgáva teirra 1902 varðtilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2022. Seinastu trý árini hevur Eyð verið limur í kórinum, Tarira. Harafturat er hon M.A. í føroyskum máli og bókmentum, og hevur seinastu sjey árini starvast sum undirvísari í føroyskum á m.a. Glasi, og sum námslektari á Fróðskaparsetri Føroya í móðurmálfrøði og leiklist. Umframt hetta hevur Eyð týtt barnabøkur og yrkingar úr svenskum. Hon hevur nú starvast á Tjóðpalli Føroya síðan februar 2026.

Leikir á Tjóðpallinum

​

​

Three Sisters

2026-27

Telefonavgreiðsla 

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 15:00

​

Teldupostur: info@tjodpallur.fo

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2025 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page