19sep19_00Q0417.jpg

Vit kenna hann øll frá skemtiligu bókunum og frá barnaútvarpinum - drongin, sum tey kallaðu Vitello, sum býr saman við mammu síni beint við ringvegin og leingist eftir einum ordiligum pápa. Søgurnar um Vitello, eftir Kim Fupz Aakeson eru bæði stuttligar, rørandi og viðkomandi hjá bæði børnum og vaksnum.

Nú verður møguleiki at uppliva søgurnar um Vitello sum sjónleik á Tjóðpallinum. Gunvor Reynberg hevur gjørt til leik burturúr kendu bókunum og Lars Fjeldmose hevur gjørt tónleik til. Í leikinum leitar Vitello eftir einum pápa, sum hann kann vísa sínum troyttandi vinum tvillingunum Max og Hassa og lortunganum Williami. Á vegnum fær Vitello eina ólekra gentu, hittir ein deyvan pylsumann og eisini Gud.

Vitello er ein stuttligur leikur fyri alla familjuna við fangandi sangum og nógvum skemti.


Kim Fupz Aakeson:
Vitello

Týðing:
Sjúrður Gullbein

Gjørt til leik:
Gunvor Reynberg

 

Týðing av leiki og sangum: Hans Tórgarð

Leikstjórn: Hans Tórgarð

Tónleikur: Lars Fjeldmose

Ljósdesign: Turpin Napoleon Djurhuus

Pallur: Turpin Napoleon Djurhuus, Hans Tórgarð og Símun Pauli Hansen

Búnar: Katrin Bonde

 

Leikarar:

Jákup Dahl Wardum

Torkil Búason Tórgarð

Sóley Danielsen

Katarina G. Nolsøe

 

Pallgerð, máling, rekvisittir o.a. : Yngva Sigurdardóttir Lamhauge, David Geyti og Fríða Midjord

 

Foto: Ólavur Frederiksen

Plakat og leikskrá: Savna /Pætur Eyðunsson Jensen

Marknaðarføring: Savna

 

Leikurin er bygdur á søgurnar um Vitello eftir Kim Fupz Aakeson, útgivnar af Gyldendal, framleiddur í samstarvi við Gyldendal Group Agency

Bøkurnar  um Vitello eru útgivnar á føroyskum av Bókadeild Føroya Lærarafelags. Týtt hevur Sjúrður Gullbein

 

Takk til:
Tórshavnar Kommunu, Havnar Sjónleikarafelag, Fótbúna og Josefinu Vang

Í starvsvenjing: Yngva Sigurdardóttir Lamhauge

 

Frumsýning 28. september 2019

Leikárið 2019 – 2020  51. Leikverk 



Myndir: Ólavur Frederiksen