Posts tagged Hans Tórgarð
Gløgg og skrøgg á Tjóðpallinum

 Kom á Café Gløgg á Tjóðpallinum og set hol á eitt stuttligt kvøld. Her er dansur, sangur, látur og skrøgg fyri allar pengarnar. Kom í góðari tíð, set teg afturá við einum glasi av gløgg og gloym alt um strongd, jólatrøll og alt tað tú ikki fert at náa, meðan undirhaldið fer fram á pallinum.

Read More
Kravravnar

Ein leikur um hevnd, sálarliga manipulatión og maktspælið millum menniskju. Listamaðurin Adolf og konan Tekla eru stødd á einum baðistaði í vestursvøríki. Meðan Tekla er burturstødd kemur Adolf í samband við Gustav, sum í samrøðum um lívið, listina, trúnna og – ikki minst – kvinnuna, fær burturúr Adolf allar teir loyniligu tankarnar um, hvussu kona hansara, sum ein annar vampýrur, hevur sogið alla megi úr honum.

Read More