Tær góðu søgurnar og tær syrgiligu lagnurnar

 

Eingin høvundur hevur dugað sum Charles Dickens at vakt okkara samkenslu, givið okkum neyð og armóð tætt at kroppinum, sett klumpar í hálsin og tár í eyguni og vakt okkara ringu samvitsku. Kanska ikki so løgið, tí hann hevði heldur ikki sjálvur ein lættan uppvøkstur; og hóast hann var ein av teimum, ið náddi at gerast umtóktur í síni egnu livitíð, so vóru tungar og syrgiligar lagnur altíð ein partur av skaldskapi hansara, umframt ótrúligar persónslýsingar, og – ikki minst – einastandandi góðar søgur

Charles John Huffam Dickens varð føddur í 1812 í Portsmouth, næstelstur av átta børnum.

Familjan var ikki illa fyri, men tíverri dugdi pápi hansara illa við pengum. Hann var stutt sagt eitt oyðsl, og familjan flutti í heilum, so hvørt sum pápin varð uppsagdur og fekk nýtt starv. Í 1824 skyldaði pápin so mikið nógv, at hann var settur í skuldarfongsul. Tað var vanligt tá, at familjan kom við í fongslið – tó ikki børn, 12 ár og eldri. Charles, júst fyltur tólv, endaði tí á eini verksmiðju, ið gjørdi skókrem. Her arbeiddu so at siga bara smádreingir undir sera ringum korum; teir búðu á verksmiðjuni, arbeiddu dagin á tamb og svóvu millum rottur, skordýr og jarðslignar veggir. Henda tíðin er grund undir fleiri av kendastu skaldsøgum hansara, t.d. Oliver Twist, Nicholas Nickleby, og David Copperfield.

Eftir nakrar mánaðar fekk pápi hansara ein óvæntaðan arv, fekk goldið sínum skuldarum og slapp við familjuni úr fongslinum. Men Charles slapp ikki at flyta inn til tey aftur; mamma hansara helt, at hann var so mikið vaksin nú, at hann kundi ansa sær sjálvum. Hann endaði á kostskúla, har buking og ring viðferð var gerandiskostur. Í skaldsøguni David Copperfield verður hesin skúli rættiliga neyvt endurgivin – og tað ikki við mýkindum.

Árini 1827 og -28 starvaðist Dickens á eini advokatskrivstovu, men har var annað, ið dró, og hann segði upp fyri at royna seg sum sjónleikara, samstundis sum hann skrivaði greinar fyri ymisk bløð, og í 1836, bara 24 ára gamal, fær hann sína fyrstu skaldsøgu, The Pickwick Papers, á prent í eini avís, ein kapittul um vikuna. Pickwick Papers gjørdist vælumtókt, og ikki meir enn liðugur við hana fór hann undir ta næstu, og Oliver Twist, ið fyrst gekk í bløðunum og síðani kom út sum bók í 1838, staðfesti navnið, Charles Dickens, sum ein tann best umtókti rithøvundur í Onglandi og í øllum enskmæltum londum. Síðan komu Nicholas Nickleby, The old Curiosity Shop og Barnaby Rudge, og Dickens varð so mikið væl umtóktur, at hann nú kundi liva av rithøvundavirksemi sínum.

Dickens giftist við Catherine Thomson Hogarth í 1836, og saman fingu tey tíggju børn. Hóast hjúnalagið ikki var serliga eydnuríkt, so elskaði Dickens børnini hjá sær; hann fortaldi teimum søgur, fann upp á spøl at spæla saman við teimum, og á jólum gav hann teimum nógvar og stórar jólagávur.

Men pápi og mamma hansara spøktu aftur: pápi hansara hevði til vana at keypa upp á borg og fáa rokningina senda til sonin, tann kenda rithøvundan. Tey fluttu inn til hansara, tá ið tey vóru útkoyrd ymsa staðni frá, og ein stórur partur av inntøku hansara fór til at taka sær av foreldrunum. Haraftrat dugdi Charles sjálvur heldur ikki serliga væl við pengum, og eftir eina amerikaferð í 1842, tvær miseydnaðar skaldsøgur og eina vánaliga ferðafrásøgn, stóð hann so at siga á berum á heystið í 1843; heimskendur, bara 31 ára gamal og í fíggjarligari neyð. Hann noyddist at skriva eina bók, ið kundi selja, og tað beint her og nú!

Eftir bara seks vikur hevði hann eina nýggja bók klára, og hon gjørdist ein hin best umtókta hjá honum: A Christmas Carol.

Hann staðfesti seg síðan sum ein tann best umtókti høvundurin í heiminum við Bleak House, Great Expectations, A Tale of Two Cities, Hard Times og øðrum. Tann, ið honum sjálvum dámdi best, var David Copperfield (1848), ið at kalla er ein sjálvsævisøga, har pápi hansara hevur fingið leiklutin sum tann altíð vónríki Mr. Micawber.

Dickens fór eisini út at ferðast um heimin við upplestri, og fyri fullum húsum framførdi hann bøkur sínar; hann ikki bara las, men spældi allar leiklutirnar: fólk sóu Scrooge, Mr. Picwick, Fagin, Miss Havisham, Mr. Micawber, Uriah Heep, Oliver Twist og Lítla-Tim og allar hesar ótrúligu persónarnar hjá honum, ljóslivandi á palli. Og sjálvandi var Jólaævintýrið ein av best umtóktu framførslum hansara.

Men hetta lívið var slítandi, og í 1869 datt hann um á pallinum. Hann fekk boð frá læknunum um at gevast við ferðing og upplestri, men tá ið hann var komin eitt sindur fyri seg, byrjaði hann tó aftur. Hetta hevndi seg, og hann fekk aftur eitt slag 6. juni í 1870 og doyði dagin eftir, bara 58 ára gamal.

Eftirmæli hansara er ikki bara, at hann var ein hin størsti rithøvundur Onglands, men hann var eisini talsmaður fyri rættindum hjá teimum veiku í samfelagnum, børnunum, teimum fátæku og neyðstøddu. Í A Christmas Carol verður ikki minst gjørt burtur úr neyðini og okkara evnum til at hugsa meir um okkum sjálv enn okkara medmenniskju – og hvat hetta kann kosta okkum sum menniskju. Nógv er broytt síðan 1843, men ikki nóg nógv, og jólasøgan hjá Dickens er enn alt, alt ov aktuell.

- Hans Tórgarð