Grenland Friteater á Tjóðpallinum

 
friteater_5456134a.jpg

Grenland Friteater byrjaði virksemi hjá sær í 1976, og hevur síðani frumsýnt 148 leikir sum gott og væl ein millión áskoðarar í 33 ymiskum londum hava sæð. Tey hava altíð duga at lagt dent á skemtið, og báðir hesir leikirnir vit sleppa at síggja hava eisini sett tað stuttliga í hásætið, hóast evnini eru álvarslig.

Tveir stuttir gestaleikir úr Noregi verða at síggja á Tjóðpallinum leygardagin 30. mars kl. 19.30, ’At duga at detta’ við Lars Vik og ’Lívið sum mannfólk’ við Geddy Aniksdal.  Báðir leikirnir eru at kalla sjálvsævisøgur hjá leikarunum, sum hava starvast á Grenland Friteater síðan leikbólkurin byrjaði fyri 43 árum síðani. Leikirnir eru umleið 40 minuttir hvør og støðgur er ímillum.

fomlesen-med-ryggsekk.jpg

At duga at detta

Lars Vik hevur í nógv harrans ár spælt leiklutin sum ’Fritjof Fomlesen,’ bæði í leikhúsi, filmi og sjónvarpi. Hesin láturligi og hjálparleysi persónurin eigur sínar røtur í gomlum stumm-filmum hjá serliga Charlie Chaplin og Buster Keaton.

Lars Vik leiðir okkum í leikinum ’At duga at detta’ ígjøgnum sína longu ferð við hesum leiklutinum og hvussu hann hevur lært seg tað serstaka kynstrið at detta – sum er ein list, vit ikki vanliga geva okkum nógv far um.

 
VisBildeRamme-2.jpg

Lívið sum mannfólk

Geddy Aniksdal fortelur í leikinum ’Lívið sum mannfólk’ um, hvussu hon vaks upp í arbeiðarastættini í Bergen, arbeiddi á eini seymistovu, spældi síðani sjónleik á gøtuni og endaði í einum leikhúsi har hon næstan ikki hevur spælt annað enn mannfólk síðani.

’Hví hesir leiklutirnir? Komu teir til mín, ella leitaði eg eftir teimum?’ spyr hon í leikinum. ’Mær dámar væl hesar menninar hjá mær. Teir geva mær í øllum førum stórt frælsi,’ leggur hon afturat.

 
 
Allan Dalsgarð