Fucking Åmål

 
Fuking-Aamaal_03.jpg

Getaleikur:

HiLS DiN MOR og Teater Vestvoldens vitja við Reumert-virðisløntu donsku pallsetingini av svenska kultfilminum ”Fucking Åmål” frá 1998. Eftir Julie Maj Jakobsen, frítt eftir filmshandritinum hjá Lukas Moodysson.

Í Åmål hendir einki - tey ungu sleipa seg gjøgnum keðsemi við ballum, alkohol og absolutt ongum. Fordómarnir stórtrívast og ert tú øðrvísi enn hini, kann býurin gerast eitt helviti at búgva í.

Agnes og Elin búgva í Åmål og eru tvær fullkomiliga ymiskar 16 ára gamlar gentur. Hóast Agnes hevur búð í býnum í tvey ár, hevur hon framvegis ongar vinir. Hun er ólukkuliga forelskað í Elin, sum er populerasta gentan í býnum, men hon torir ikki at at siga tað fyri nøkrum, tí hon er bangin fyri at blíva argað.

Tá teirra vegir endiliga møtast, uppdaga tær, at tær hava nógv í felag og tær fara á eina óvæntaða ferð.

Ein leikur um tann fyrsta kærleikan, um at finna seg sjálvan og um at tora at standa við tann ein er.

Leikstjóri: Mia Lipschitz
Dramatikari: Julie Maj Jakobsen
Pallmynd: Katrine Gjerding
Leikarar: Rikke Westi, Mia Lerdam og René Benjamin Hansen
Ljóð: Jes Theede
Tøkni: Gert Christoffersen
Tøkni undir sýningum: Lya Lundsager
Rekvisittir: Josephine Lott
Búnar: Trine Walther
Røddir: Christina Beck

Framleiðari: HiLS DiN MOR saman við Teater Vestvolden
Teaturforlag: Nordiska Aps - Keypmannahavn

Stuðlað av Statens Kunstfond og Dansk-Færøsk Kulturfond

 
Allan Dalsgarð