Fleiri sýningar av 'Mín fantastiska skilsmissa'

Nú kemur væl umtókti skemtileikurin aftur á Tjóðpallin við fleiri sýningum. 

Ein romantisk komedia við Kristinu Sundar Hansen í heimskenda og virðislønta einrøðuleikinum eftir Geraldine Aron. 

Angela Kennedy Lipsky er ein kvinna miðskeiðis í lívinum, sum plagdi at vera onnur helvtin av eydnuríka parinum Angela og Max. Max stingur tó av við einum yngri modelli, dótturin flytir út við sjeikinum og eftir situr Angela við hundinum Dexter í stóru familjuhúsunum.

Nýggi veruleikin hjá nýskildu Angelu hevur nógvar øðrvísi, tragiskar og ikki minst komiskar og láturligar støður við sær, sum vit áskoðarar verða drignir ígjøgnum av Kristinu Sundar Hansen í leiklutinum sum Angela.

Les meira

Allan Dalsgarð