Eitt ævintýr um veruleikan

 

Fyrst í nítjandu øld, tá ið Charles Dickens varð føddur, vóru eingilskmenn júst farnir at uppdaga jólini aftur. Hetta var í tí romantiska tíðarskeiðinum, og fólk vóru farin at venda sær frá tí nýmótans, og tí sonevndu ‘upplýsingartíðini’ og farin at granska í og endurreisa gamlar siðir og skikkir, millum annað tað at halda jól

Tá ið Oliver Cromwell og puritanararnir tóku valdið í Onglandi í 1649 og hálshøgdu Charles I kong – hann var dømdur fyri landasvik og gudsspottan, tí hann rópti seg sjálvan kong – var alt, ið kanska kundi minna um heiðinskap ella katólskan sið, bannað. Eisini jólini. Og meðan puritanararnir sótu við valdið, gloymdu fólk heilt einfalt, hvussu tey einaferð høvdu hildið jól. Men slaka hálvaaðru øld seinni fóru fólk at leita aftur til tað gamla; tey funnu teir gomlu jólasálmarnar og sangirnar framaftur, fóru aftur at gera tann góða, gamla ‘Christmas Pudding’, geva børnunum gávur og eta kalkun jóladag.

Men jólini vóru eingin stór hátíð; tey, ið hildu jól, hildu tey heima. Einki var pyntað á gøtunum og handlarnir løgdu heldur ikki stórt í henda lítla halgidag, 25. desember.

Charles Dickens var tó ein, ið legði sera stóran týdning í jólahaldið.

Hugskotið til A Christmas Carol sigst vera komið, tá ið hann á eini ferð í Edinburgh spákaði í einum kirkjugarði og kom fram á ein gravstein við áskriftini: Ebenezer Scroggie. A mean man. Dickens hugsaði við sjálvum sær, hvør ið kundi vera so óreinur, at hann fær slíka gravskrift: ‘Ein óreinur maður’? Tá ið hann hugdi nærri, sá hann kortini, at har stóð ‘A meal man.’ Hesin Ebenezer Scroggie var ein, ið syrgdi fyri mati til veitslur og tílíkt. Men hugskotið hevði fest seg, og søgan um ein mann, ið var so óreinur, at ‘óreinur’ kom enntá at standa á gravsteini hansara, var farin at vaksa í huga Dickens’.

Tað var eisini skjótt, at hann setti tann óreina mannin í samband við jólini, hátíðin, her vit øll vilja sýnast hjartagóð og miskunnsom. Og maðurin, ið er alt annað enn tað, Ebenezer Scrooge, varð føddur.

Tað gingu ikki meir enn seks vikur frá fyrsta hugskotinum, til bókin var liðugt skrivað, prentað við tekningum eftir víðakenda teknaran John Leech, innbundin og útgivin; A Christmas Carol in Prose, being a Ghost Story of Christmas kom út 19. desember í 1843, og longu jólaaftan var hon útseld: 6.000 bøkur seldar.

Søgan gjørdist so mikið væl umtókt, at hon púrasta broytti hugburðin um jólini í tí victorianska Onglandi. Jólini gjørdust ein nógv størri hátíð og blivu nú meiri sjónlig í býarlívinum. At siga ‘gleðilig jól’ við hvønnannan hevði ikki verið vanligt, tó at orðingin var gomul, men mátin, sum Dickens nýtti hesi orðini upp á í bókini hjá sær, gjørdi tey aftur vanlig millum fólk. Um onkran, ið ikki vildi vita av jólum og tílíkum varð sagt, at ‘hann er ein rættur Scrooge!’ og eisini ‘humbug’ gjørdist eitt vanligt orð í dagligari talu. Sjálvt í kongshúsinum fóru tey at gera nógv burturúr jólunum. Maður Victoriu drotning, Albert prinsur, var úr Týsklandi, og hann kom við einum serligum týskum jólasiðið, ið ikki hevði verið vanligur í Onglandi, men nú gjørdist vanligur í hvørjum heimi, og hevur verið tað síðan: jólatræið.

Tíðliga í 1844 varð skrivað um, at stór framgongd hevði verið hjá teimum, ið savnaðu inn til góðgerandi endamál, og bløðini góvu Jólaævintýrinum æruna. Ein amerikanskur verksmiðjueigari gav øllum sínum starvsfólki frí á jólum og sendi teimum hvør sína kalkun, og norska drotningin (ið var bretsk) sendi gávur til brekaði børn á jólum, við ‘Heilsan frá Lítla Tim’.

Tann stóra undirtøkan loysti tó ikki alt fyri eitt fíggjarligu trupulleikarnar hjá høvundanum um hetta mundið; tann fyrsta útgávan var ein skreytútgávu, við dýrum myndum, summar enntá prentaðar í litum, og av tí at hann sjálvur sat við øllum útreiðslunum, var yvirskotið einki serligt í fyrstani. Men longu síðst í ’44 hevði bókin verið útgivin ellivu ferðir, og beinanvegin komu týðingar á fleiri ymiskum málum. Hon gjørdist best umtókta bók hjá Dickens í USA. Hundrað ár eftir fyrstu útgávuna, t.v.s. í 1943 vóru tvær milliónir eintøk seld – og hon er líka væl umtókt enn!

Longu árið eftir hon kom út, vóru átta ymiskar pallsetingar á ymsum leikhúsum í London, og síðani er søgan gjørd um til sjónleik óteljandi ferðir. Hon var filmað fyrstu ferð longu í 1901, og filmar um Jólaævintýrið eru komnir so at siga regluliga síðan. Søgan hugtekur áhaldandi.

Og tað er kanska ikki so løgið, tí hon er sprottin úr einum veruleika, ið var beinleiðis við hondina, tá ið Dickens livdi, og tíverri er hon ikki vorðin óaktuell. So vit kunnu saktans kenna okkum aftur í søguni tann dag í dag og vónandi føla okkum rakt.

Tá ið vit í byrjanini hitta Scrooge, er hann ein maður í viðráki. Hann hevur klárað og gjørt alt tað, sum samfelagið sigur eru tey røttu virðini: Tað gekst honum væl, hann kom sær undan, hann kundi vísa á vinning og kundi siga ‘ Eg eri eitt sjálvbjargið og sjálvhjálpið menniskja.’ Men maðurin, menniskjað Scrooge, er kortini einsamallur. Afturlatin og einsamallur sum ein øða.

Tað, at vit sleppa at steðga á og hyggja at okkum sjálvum, meðan vit hyggja at Ebenezer Scrooge, er tað, sum ger søguna so viðkomandi. Hansara leitan eftir tí ‘rætta’ lívinum, hansara vilji til at ‘eydnast’ hevur ikki gjørt hann til annað enn ein illan og tvøran mann, einsamallur ímóti allari verðini. ‘Tað er einki, sum verðin revsar so hart sum armóð, og einki, sum hon fordømir so hart sum at søkja sær ríkidømi,’ sigur tann ungi Ebenezer, og eftir tað letur hann alt annað fara og gevur heiminum rundan um seg bara háð og spott. Avnoktanin av felagsskapinum við onnur verður hansara mál og kundi verið restin av einsliga lívi hansara.

Men Scrooge fær ein møguleika, ein kjans aftrat. Ein møguleika at broytast. Og tað kann vera, at tað er tí, vit sleppa at síggja, at møguleikin finst, at vit eisini tora at taka kjansin. Sjálvandi, tað eru tey fæstu av okkum, ið fáa vitjan av spøkilsum og andum, men kortini ... men kortini ... men kortini ...

- Hans Tórgarð