Allarseinastu sýningar av 'Mín fantastiska skilsmissa'

 
12mars18_00Q7240.jpg

Hon hevur verið drúgv, pínufull og lærurík við sínum upp- og niðurtúrum og - ikki minst - hevur hon verið tragikomisk og stuttlig. Men alt hevur sín enda og tað hevur skilsmissan eisini. Allarseinastu sýningarnar vera í Húsavík og í Klaksvík 6. og 7. oktober, so um tú vilt vera við í láturklubbanum hevur tú enn møguleikan.

Angela Kennedy Lipsky er ein kvinna miðskeiðis í lívinum, sum plagdi at vera onnur helvtin av eydnuríka parinum Angela og Max. Max stingur tó av við einum yngri modelli, dótturin flytir út við sjeikinum og eftir situr Angela við hundinum Dexter í stóru familjuhúsunum.

Nýggi veruleikin hjá nýskildu Angelu hevur nógvar øðrvísi, tragiskar og ikki minst komiskar og láturligar støður við sær, sum vit áskoðarar verða drignir ígjøgnum av Kristinu Sundar Hansen í leiklutinum sum Angela.

 
Allan Dalsgarð