Um at vera menniskja

Roy Arne Lennart Andersson er føddur 31. marts 1943 í Göteborg. Svenskur filmsleikstjóri, leikritahøvundur, films- og lýsingafilmsframleiðari. Andersson breyt ígjøgnum sum leikstjóri við ungdómsfilminum En kærlighedshistorie (1970) og síðani eksisteniella drama Giliap (1975). Í nógv ár arbeiddi Andersson serliga við lýsingafilmum. Í teimum stuttum lýsingafilmunum menti hann eitt serligt mynda- og frásøgumál.

Palluppseting av filmstriologiini: ”Sanger fra andre etasje”, ”Du levende” og ”En due satt på en gren og funderte på tilværelsen” av Roy Andersson. 


Roy Andersson lýsir sjálvur trilogiina sum "Ein trilogi um at vera menniskja".


Ein ummælari lýsti einaferð filmirnar sum: "Monty Python hittir Ingmar Bergman". Filmarnir eu tragiskir, men fyltir við kolasvørtum humor. Og tað er sjónleikaútgávan eisini. Sjónleikurin inniheldur 40 pallmyndum úr teimum trimum filmunum. Hesar eru flættaðar saman, soleiðis at vit fylgja leiklutunum gjøgnum alla sýningina. Hvør pallmynd sigur sína egnu søgu og heildarupplivingin kann vera ymisk hjá hvørjum einstøkum áskoðara.

Luttakarar

LEIKSTJÓRI:
Torfinn Nag

LEIKARAR:
Herfinnur Árnafjall
Annfinnur Heinesen
Hans Tórgarð
Hjálmar Dam
Nicolaj Falck
Kristina Sundar Hansen
Laura Joensen
Edith Dahl Jakobsen
Esther á Fjallinum

PALLMYND:
Edward Fuglø

Kynstrid at vera eydnusamur13.jpg

Frumsýning

16. januar 2021

Fá tey góðu tíðindini og tilboðini

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2020 Tjóðpallur føroya

Opið er:

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 16:00

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
Torfinn Nag

Mynd ©: Aftonbladet