Um at vera menniskja

Roy Arne Lennart Andersson er føddur 31. marts 1943 í Göteborg. Svenskur filmsleikstjóri, leikritahøvundur, films- og lýsingafilmsframleiðari. Andersson breyt ígjøgnum sum leikstjóri við ungdómsfilminum En kærlighedshistorie (1970) og síðani eksisteniella drama Giliap (1975). Í nógv ár arbeiddi Andersson serliga við lýsingafilmum, har hann menti eitt serligt mynda- og frásøgumál.

"Um at vera menniskja" er ein absurd, svørt komedia, sum byggir á filmstriologiina hjá Roy Andersson: ”Sånger från andra våningen”, ”Du levande” og ”En duva satt på en gren och funderade på tillvaron”. Norski leikstjórin og leikritahøvundin Torfinn Nag hevur skapt leikin og leikstjórnar sjálvur uppsetingina, sum hevur frumsýning á Tjóðpallinum 23. januar.


Roy Andersson hevur sítt heilt serliga myndamál við stórum myndum, ið næstan eru sum filmaður sjónleikur og hetta gav Torfinn Nag hugskotið at gera eina sjónleikaútgávu burturúr filmstriologiini. Pallmyndin hjá Edward fuglø hevur somuleiðis fingið íblástur úr filmsuniversinum og eyðkendu litpalettini hjá Roy Andersson.


Talan er um eina hendingaríka og sera skiftandi sýning, har níggju leikarar leika heili 80 leiklutir í 41 leikmyndum, ið eru flættaðar saman, soleiðis at vit fylgja leiklutunum gjøgnum alla sýningina. Hvør pallmynd sigur sína egnu poetisku, tragisku, rørandi ella stuttligu søgu, sum - hóast hon er fullkomiliga absurd - nertir við nakað, vit øll kenna okkum aftur í so ella so.


Roy Andersson lýsir sjálvur filmstriologiina sum "Ein triologi um at vera menniskja". Ein ummælari lýsti einaferð filmarnar sum: "Monty Python hittir Ingmar Bergman". Filmarnir eru tragiskir, men fyltir við kolasvørtum humor.

Luttakarar

LEIKSTJÓRN OG HANDRIT:
Torfinn Nag

LEIKARAR:
Herfinnur Árnafjall
Annfinnur Heinesen
Hans Tórgarð
Hjálmar Dam
Nicolaj Falck
Kristina Sundar Hansen
Laura Joensen
Edith Dahl Jakobsen
Esther á Fjallinum

PALLMYND:
Edward Fuglø

LJÓSSNIÐGEVI:
Turpin Napoleon Djurhuus

Kynstrid at vera eydnusamur13.jpg

Spældur leikur

Foto: Høgni Heinesen | Video: Allan Dalsgarð

Fá tey góðu tíðindini og tilboðini

Opið er:

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 16:00

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2021 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook