Frá teksti til pall
Endamálið við lesiringinum er at bjóða áskoðarum innum í kreativu tilgongdina frá teksti til pall. Hvussu lesa og tulka vit handrit? Hvussu flyta vit skrivaða orðið til livandi orð og myndir á pallinum? Hvussu skapa vit pallmyndir, ljós, ljóð og búnar út frá skrivaða tekstinum?
Hevur tú hug at lesa og viðgera leikrit saman við dramaturgum, palllistafólkum og øðrum áhugaðum? Vilt tú læra um gongdina frá teksti til pall og bjóða tær sjálvum av sum lesara við eini nýggjari genru? So er nýggi lesiringurin hjá Tjóðpallinum kanska nakað fyri teg.
Lesiringurin hittist eina ferð um mánaðin til prát, kjak og hugnaliga samveru. Umframt serkøna vegleiðing frá dramaturgum er ætlanin eisini, at palllistalig fakfólk vitja og greiða frá teirra arbeiði við leikritum frá teksti til pall, eitt nú leikstjórar, sjónleikarar, scenografar o.o.
Hevur tú hug at vera við?
Vinaliga boða frá luttøku á info@tjodpallur.fo ella á telefon 318617
Luttakarar
VEGLEIÐARAR OG VERTIR:
Barbara Hentze í Stórustovu, dramaturgur
Birna Heinesen, dramaturgur umframt onnur palllistalig fakfólk.
Næstu ferð
10. februar kl. 18.00