Tjóðpallurin á granskingarferð
- Jul 10
- 1 min read

Vit vóru herfyri á granskingarferð í Grønlandi í sambandi við okkara nýggjastu verkætlan um ríkisfelagsskapin. 🇬🇱
Hetta er ein samstarvsverkætlan millum Tjóðpall Føroya, Grønlands Nationalteater, Nunatta Isiginnaartitsisarfia og Fix&Foxy úr Danmark.
Túsund takk til Vivi fyri góða móttøku og væl fyriskipaða skrá, og takk til øll tey fantastisku fólkini, vit hittu.
Vit gleða okkum til eitt spennandi samstarv!



