top of page
bstorustovu

Tjóðpallur Føroya til Noregs

Mynd: Leit - Finnur Justinussen


Vit á Tjóðpallinum fegnast um rós og góðorð, ið spennandi verkætlan okkara, SONURIN, eftir Jon Fosse hevur fingið. Harumframt gleðast vit um, at Jon Fosse sjálvur hevur skýrt okkara pallseting av SONINUM sum ta bestu, hann hevur sæð.

 

Av somu orsøk hevur Jon Fosse mælt norðmonnum til, at fáa okkum til Noregs við leikinum.

Tí samskifta vit í løtuni við fyriskipararnar av altjóða Fosse-festivalinum ið verður hildin í Oslo hvørt ár. Næsti liður í hesum ætlanum er, at fyriskipararnir av festivalinum síggja føroysku útgávuna av SONINUM.



Seinasta sýning av SONINUM er 8. desember 2024


Keypið atgongumerki á heimasíðu okkara.

bottom of page