top of page

Palltónlistaverkið Regin smiður

bstorustovu

Ein søga um kærleika, hevnd, dráp, vald, føðing, lív, deyða og sorg.


Tann 28. desember 2024 frumsýnir Tjóðpallur Føroya nýskrivaða palltónlistaverkið, Regin smiður, eftir Sunleif Rasmussen í Varpinum í Klaksvík.


Í næstum fara atgongumerkini til hesa forkunnugu uppliving til sølu á heimasíðu okkara. Fylgið við á heimasíðu ella á Facebook-síðu okkara, ella meldið tykkum til tíðindabræv okkara her: tjodpallur.fo/tidindabrav



Palltónlistaverkið, Regin smiður, eftir Sunleif Rasmussen sameinir nútímans tónleik, nútímans dans, elektrónisk ljóð, opera og siðbundna føroyska kvæðamentan.

 

Regin smiður er upprunaliga eitt sokallað frásøgukvæði frá miðøld, og er ein partur av frásøgukvæðunum, Sjúrðarkvæðini. Tað finnast alskyns lagafrábrigdi, ið Sjúrðarkvæðini og Regin smiður verða kvøðin eftir. Í hesum verkinum nýtir Sunleif Rasmussen lagafrábrigdi úr ymsum pørtum av landinum. Palltónlistaverkið er í nýggju pørtum, sum allir byrja við ymsum lagafrábrygdum av niðurlagnum, og endar við tekstbrotum úr søgugongdini úr Regin smiði.

 

Søgan um Regin smið er eisini kend úr tí týska Niebelungenlied, sum víðagitni tónasmiðurin, Richard Wagner, brúkti sum grundarlag undir sínum operum undir navninum Der Ring des Niebelung. Eins og Wagner nýtti ymisk fylgistev* at eyðkenna ymsu persónarnar í sínum operum, nýtir Sunleif Rasmussen eitt lagafrábrigdi/fylgistev* til hvønn persón í sínum palltónlistaverki um Regin Smið.

 

Verkið verður sungið av einum operasangara (bassi) ið sigur sjálva søguna, meðan ein kvinnuligur og ein mannligur dansari mynda søgugongdina. Afturat teimum eru ein klaver-, ein trombon-, ein trompet og tveir slagverksleikarar á pallinum, umframt ein orkesturleiðari.

 

*fylgistev: (ávíst tónabrot, sum í summum dramatiskum tónlistaformum er knýtt at ávísum persóni ella huglag, og sum fylgir hesum gjøgnum verkið)

 


Fá tey góðu tíðindini og tilboðini

Takk fyri skráseting!

Opið er:

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 16:00

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2022 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page