top of page

Leikurin ONKI útsettur vegna sjúku

  • Writer: Tjóðpallurin
    Tjóðpallurin
  • Aug 18, 2023
  • 1 min read


Eftir eina væl eydnaða premieru av leikinum ONKI leygardagin 12. august noyðist Tjópallurin tíverri at útseta restina av sýningunum. Annar av leikarunum, Elias Magnussen, hevur fingið bruna í fótin og fær tí fyribils ikki spælt fysiskt krevjandi leiklutin sum Pierre Anthon.

Sostatt vera ikki fleiri sýningar av ONKI fyrr enn í novembur. Tá vera bæði almennar sýningar og skúlasýningar og atgongumerki vera sett til sølu ein av komandi døgunum.


Meðan vit bíða eftir fleiri sýningum av ONKI verður í næstum farið undir venjingar av leikinum “Føðingardagsveitslan” eftir Harold Pinter, ið verður frumsýndur síðst í septembur.


Vit ynskja Eliasi góðan bata og gleða okkum at síggja ONKI á palli aftur í novembur.

 
 

Fá tey góðu tíðindini og tilboðini

Takk fyri skráseting!

Opið er:

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 16:00

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2022 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page