Á Tjóðpallinum verður síðsta hond løgd á Føðingardagsveitsluna, ein av best umtóku leikum hjá Harold Pinter, sum verður frumsýndur leygardagin.
Føðingardagsveitslan er ein sonevnd ”Comedy of Menace” – ein vandaskemtileikur – ið gongur fyri seg á lítla, forfalna gistingarhúsinum, sum Meg og Petey reka. Einasti gesturin er Stanley, sum kanska ella kanska ikki, hevur føðingardag. Kortini verður veitsla, tá ið teir báðir fremmandu og gátuføru Goldberg og Maccann koma á gátt og sum frá líður gerst føðingardagurin ikki sørt marrukendur. Leikurin tekur tøk við stór evni sum valdsnýtslu og ideologiska forfylging av einstaklinginum. Eisini fylla tættir sum persónlig fortíð og samleiki nógv í leikinum. Við sínum sniðfundigu dialogum megnar Pinter at skapa spenning, hóast leikgongdin er einføld, og hóast tað er heldur ógreitt, hvat persónarnir í roynd og veru vilja, og hvønn veg alt ber.
© Myndir: Tjóðpallur Føroya / Allan Dalsgarð
LEIKARAR: Hjálmar Dam, Hans Torgarð, Kristina Sundar Hansen, Esther á Fjallinum, Páll Danielsen og Erling Eysturoy
LEIKSTJÓRN: Guðjón Pedersen
PALLMYND: Barbara Hilduberg
LJÓSSNIÐGEVING: Ólafur Ágúst Stefánsson
BÚNAR: Katrin Bonde
TÝÐING: Hans Tórgarð