Tjóðpallur Føroya ynskir Biritu Mohr, Teiti Lassen, Eilifi Samuelsen og Ole Wick hjartaliga til lukku við Mentanarviriðslønum landsins 2023. Allar heiðurslønirnar so hjartaliga væl uppibornar fyri tykkara megnar arbeiði og ómetaliga stóra íkast til okkara mentanarlív.
Vit fegnast sjálvandi serliga nógv um, at Birita Mohr fekk Serstøku virðisløn landsins 2023 fyri avrik hennara. Birita hevur verið ein av týðandi slóðarunum fyri at fáa yrkisleiklistina á pall í Føroyum og at vinna henni livilig kor. Birita hevur leikstjórnað, undirvíst, skrivað leikir og ikki minst, hevur hon tikið á seg stórar leiklutir gjøgnum árini. Birita hevur eitt nú leikt í Kvæðið um Kópakonuna, Glataðu Spælimennirnir, Brendar Brýr, Antigone, Gøtan, Á krabbasvalanum, Limbo, Eitur nakað land Weekend, Skøkjurnar ganga fremst inn í Himmalin, Kirsjuberjagarðurin, Aftaná Undrið, Nordost, bara fyri at nevna nakrar úr rúgvuni.
Vit vilja við hesum ynskja Birtu hjartaliga tillukku við heiðrinum og takk fyri títt stóra íkast til leiklistina.
Comentarios