leitanin-eftir-at-vera.gif
 

Ein dramatisk, skemtilig, álvarsom, sjálvironisk og lívsjáttandi frásøgn um longu ferðina aftur til gerandislívið eftir eina depressión. Søgd við teksti og myndum hjá Katarinu Nolsøe, tónleiki og inniligum samanspæli millum Búa Dam og Gunnvá Zachariasen 

Katarina Nolsøe fekk í 2006 eina álvarsama depressión og varð fleiri ferðir innløgd á psykiatriska deplinum. Leikurin er hennara roynd at greiða frá bardaganum við sjúkuni og ferðini gjøgnum ótta og angist; ein søga um at koma fyri seg aftur og at læra seg at liva við sárinum. At koma frá einki at kunna, til aftur at skapa sær eina tilveru og at megna gleðina við lívinum.

Leikarar eru Gunnvá Zachariasen og Búi E. Dam. Búi ger eisini tónleikin og er bæði tónleikari og sjónleikari á pallinum. Katarina Nolsøe hevur skrivað leikritið og leikstjórnar sjálv leikinum.

Leitanin eftir at vera er framleiddur í samstarvi millum Katarinu Nolsøe, Sinnisbata og Tjóðpall Føroya.

Í sambandi við frumframførsluna gevur Sprotin eisini út ‘Leitanin eftir at vera’ sum bók, ið fæst til keyps í samband við sýningarnar.

 
 
 

Høvundur, teknari og leikstjóri: Katarina G. Nolsøe
Tónleikur: Búi Egason Dam 

Leikarar: Gunnvá Zachariasen og Búi Egason Dam
Ljósdesign: Turpin Napoleon Djurhuus  

0K5A1427.jpg
Upp ímillum nervartræðrinar í búkinum, sprettir varsiliga eitt nakið, reytt blómuskap,
fult av kærleika og hita.

Einsamøll við tær sjálvari.
Ræðuligt at verða einsamøll við hesum kroppinum.