Virus

Kristina Sundar Hansen leggur í løtuni seinastu hond á nýggja skúlaleikin "Virus - tá ið vísindi fekk ævintýr í æðrarnar". Endamálið við leikinum er, at greiða næmingum frá torskildu verjuskipanini á ein undirhaldandi og øðrvísi hátt. 


Leikurin er ein samansjóðing av vísindi og ævintýri og er ein upplýsandi og undirhaldandi ferð inn í kroppin og heilt inn í kyknurnar. Eitt ævintýr um bardagan millum virus og verjuskipan.

Handan leikin

HANDRIT OG LEIKSTJÓRN
Kristina Sundar Hansen

Leikarar

Tríggir sjónleikarar og ein dansari