top of page

Moldvørpan

Tá ið Per ein dagin missir sín samleika, byrjar tann stóra leitingin. Til hann endar úti í Tinganesi og inni á løgmansskrivstovuni. Og har byrjar komedian. Hvat hendir við Stórtunlinum? Hvør skal hava ársins Moldvørpu? Hvat er verri, ein senil mamma ella korrupt embætisfólk? Og hvar setur mann eina arkitektoniska perlu?


Vælkomin til politiskan skemtileik á Tjóðpallinum - í harðari kapping við tann politiska ruðuleikan. Men, sum Charles de Gaulle segði, "Politikkur er ov álvarsamur til at verða latin upp í hendurnar á politikarum". Tí taka vit eisini sakina í egnar hendur við nýskrivaða politiska skemtileikinum Moldvørpuni. Tí er tað ikki júst tað, vit treingja til beint nú, meðan vit bíða eftir veruleikanum?

Handan leikin

EFTIR
Hans Tórgarð

LEIKSTJÓRN
Guðjón Pedersen

PALLSNIÐGEVI
Hjálmar Dam

LJÓS
Súni Joensen og Bogi Eyðunsson Hansen

LJÓÐ
Kristinn Akursmørk

BÚNAR
Anna Kristin Bæk

SMYRSL OG HÁR
Julia Jacobsen.

Leikarar

Erling Eysturoy, Kristina Sundar Hansen, Hans Tórgarð, Nicolaj Falck, Laura Joensen, Hjálmar Dam og Esther á Fjallinum

Erling Eysturoy

Nicolaj Falck

Hans Tórgarð

Esther á Fjallinum

Hjálmar Dam

Laura Joensen

Kristina Sundar Hansen

Myndir: Høgni Heinesen

bottom of page