top of page

Jørðin er eitrað

'Jørðin er eitrað', ið hevði frumsýning 15. mars 2016, er ein leikur um upplivingar hjá føroyskum krígsveteranum - eitt sjáldsamt, rørandi og sera viðkomandi evni. Leikurin hevur fingið allarbestu skoðsmál frá bæði ummælarum og áskoðarum og farið verður nú undir seinastu sýningarnar. Eitt, sum eyðkennir upplivingarnar hjá áskoðarunum, er, at leikurin setur tankarnar í gongd og fær okkum at broyta áskoðan á kríggj, myndugleikar og tey menniskju, sum velja at fara í kríggj.


“Leikurin er frágera góður, og tað, sum eg fegnist mest um, er, at Marita Dalsgaard hevur lagt seg eftir at brúka leikhúsini til at seta spekulatorin á fólki í gongd um evni, sum eiga at fáa eina rættiliga viðgerð, eina diagnosu og hareftir hóskiliga handfaring og heilsubót.”

— Torbjørn Jacobsen í Varðanum (apríl 2016)


IKKI EIN KRÍGSLEIKUR

Hóast evnið sprettir úr føroyskum krígsupplivingum í Afganistan, snýr leikurin seg eisini um so nógv annað enn kríggj. Hetta er ein leikur um grundleggjandi kenslur millum menniskju, um kærleika, longsul, svik og um kensluna av at vera í hvør sínum heimi, hóast í sama rúmi.

“Tjóðpallurin sýnir ikki ein leik, ið er meinlíkur Hollywood-drama. Tjóðpallurin sýnir ein viðkomandi, føroyskan leik um føroyskar hermenn, sum tú ikki kanst skilja. Leikurin kemur ikki við loysnum upp á kríggj, men gevur tær í hægstu grad nakað at hugsa um og at skammast av.”

— Røddin í KvF


EIN UMSKAPAÐUR TJÓÐPALLUR

Leikarar eru tveir av okkara royndastu leikarum, Hjálmar Dam og Beinta Clothier, sum vit millum annað kenna frá Veitsluni, ið varð sýndur fyri fullsettum húsum seinasta heyst. Leiksjóri er Marita S. Dalsgaard, sum saman við ljósi og videomyndum hjá Turpin N. Djurhuus og tónleiki hjá Joachim Holbek hevur umskapað Tjóðpallin á ein hátt, vit ikki hava sæð áður, á tremur við vøkrum teaturmyndum, teksti og tónleiki.


"Hevur tú dripið nakran?" kann tykjast sum mest upplagdi og einasti spurningurin vit ynskja svar upp á. Á Tjóðpallinum fáa vit svar upp á nógvar aðrar og nógv meiri viðkomandi spurningar enn henda. Samstundis seta leikararnir áskoðarunum enn fleiri spurningar at taka við sær heim at hugsa um.

LEIKRIT
Marita S. Dalsgaard og Beinta K. Clothier

HUGSKOT OG KONSEPT
Maritu S. Dalsgaard og Turpin N. Djurhuus

LEIKSTJÓRN
Marita S. Dalsgaard

TÓNASKALD OG LJÓÐMYND
Joachim Holbek

PALLMYND
Turpin N. Djurhuus og Marita S. Dalsgaard

LJÓSSNIÐGEVI og LJÓÐMYND
Turpin N. Djurhuus

FILMSBROT
Turpin Napoleon Djurhuus

UPPTØKUR
Theodor Kapnas/Studio Bloch

TÓNLEIKARAR Á UPPTØKUM
Violin: Jón Festirstein
Viola: Angelika Nielsen
Cello: Anna á Váli
Kontrabass: Torleik Mortensen
Klaver: Joachim Holbek

UNDIRVATNSMYNDIR
Ingi Sørensen

HÁR OG SMYRSL
Marjun Olsen

BÚNAR OG REKVISITTIR
Katrin Bonde, Bjørk E. Frýdal, Fríða Midjord, Álvur á Kák, Durita Flóvinsdóttir og Anna Margit Arabo

PALLGERÐ
Nicolaj Falck og Sámal Clothier

Sangur til frælsi: Orð: Bjørn Afzelius, Lag: Silvio Rodriguez, Týtt: Steintór Rasmussen

Í STARVSVENJING
Álvur á Kák, Anna Margit Arabo, Durita Flóvinsdóttir og Jastrid J. H. Poulsen

Leikarar

Beinta Clothier og Hjálmar Dam

Beinta Clothier

Hjálmar Dam

Handan leikin

Angelika Nielsen

Bjørk Ellindsdóttir Frýdal

Joachim Holbek

Leikstjóri

Marita Dalsgaard

Anna á Váli

Durita Flóvinsdóttir

Jón Festirstein

Marjun Olsen

Beinta Clothier

Fríða Midjord

Búnar

Katrin Bonde

Nicolaj Falck

Myndir: Marita Dalsgaard

bottom of page