top of page

Gentukamarið

eftir Marjun Syderbø Kjelnæs


Seint á kvøldi rýmir ein kvinna frá síni egnu tilveru heim aftur til tryggu karmarnar í barndómsheimi sínum - til gentukamarið við blómuta tapetinum. Men er gentukamarið eitt goymistað? Eitt bíðirúm ella verndarrúm? Ein fongsulsklivi ella ein skotgrøv?


Hetta er karmurin um søguna hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs í nýskrivaða leiki hennara, Gentukamarið, sum í næstum verður settur á pall á Tjóðpallinum. Leikstjóri er danska Anne Zacho Søgaard sum nevnir leikin eitt "popp horror dreymaspæl" - tí eins og hjá Strindberg verða tey mongu løgini í søguni flættað saman á pallinum í eini samanrenning av sjangrum frá horror og drag til skemt og poesi.


Umframt at vera ein søga um eitt kollsiglt hjúnalag, eina uppgerð við fortíðina, og leitanina eftir tryggleika, viðgerð leikurin eisini grundleggjandi og viðkomandi spurningar um kynssamleika og broytta leiklutin hjá kvinnum og monnum í dagsins samfelag.


Marjun Syderbø Kjelnæs hevur áður roynt seg sum leikritahøvund, og sýndi Tjóðpallurin í 2014 væl umtókta leik hennara, Tóm rúm, ið snýr seg um familjuna og rúmini í húsinum, og um at missa og koma til sættis við missin og framtíðina. Í 2020 stílaði Tjóðpallurin fyri eini serstakari verkætlan, har høvundar, leikarar og leikstjórar framleiddu sokallaðar Koronologar á palli og á filmi, og skrivaði Marjun í hesum sambandi tveir av koronologunum ið kallaðust: Kassabilurin og Dukkuvognurin. Afturvendandi tema í leikverkunum hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs er rúmið, og tann týdningur og ávirkan rúmið, og tingini í hesum rúmi, hava, og setur hetta eisini sín stóra dám á nýggja leikverk hennara.


Handan leikuppsetanina stendur ein áhugaverdur hópur av dugnaligum og royndum palllistafólkum úr Føroyum, Danmark og Íslandi

HANDRIT
Marjun Syderbø Kjelnæs

LEIKSTJÓRN
Anne Zacho Søgaard

PALLMYND & BÚNAR
Sigurður Óli Pálmason

LJÓÐMYND
Joachim Holbek

LJÓSSNIÐGEVING
Súni Joensen

BÚNASEYMING
Katrin Bonde

DRAMATURGUR OG HJÁLPARLEIKSTJÓRI
Barbara Hentze í Stórustovu

HJÁLPARDRAMATURGUR OG TÝÐARI AV ARBEIÐSLEIKRITI
Birna Heinesen

Leikarar

Beinta Clothier, Hans Tórgarð og Bartal Augustinussen

Bartal Augustinussen

Beinta Clothier

Hans Tórgarð

Handan leikin

Leikstjóri

Anne Zacho Søgaard

Joachim Holbek

Sigurður Óli Pálmason

Dramaturgur

Barbara Hentze í Stórustovu

Búnar

Katrin Bonde

Birna Heinesen

Marjun Syderbø Kjelnæs

Myndir: Leit, Finnur Justinussen

bottom of page