Dagbókin hjá Leporello
"Dagbókin hjá Leporello" er ein kamaropera-versjón av væl kendu og væl dámdu operuni hjá Mozart, Don Giovanni. Føroyska versjónin av Don Giovanni er við íblástri úr operaleikinum „Leporellos Tagebücher“ eftir Fabian Dobler. Hetta er ein opera buffa, ein komisk opera, sum kortini hevur ein ávísan álvara. Ein opera um stórar kenslur, ja. Men eisini ein opera, um opera. Høvuðspersónurin, sum allur leikurin snýr seg um, er framvegis tann samvitskuleysi konufólkarevurin Don Giovanni (Don Juan). Men í okkara modernaðu nýtulking er søgan lýst úr sjónarhorninum hjá tænaranum, Leporello. Okkara uppseting eitur tískil “Dagbókin hjá Leporello”.
RITHØVUNDUR
Fabian Dobler
LEIKSTJÓRI
Annfinnur Heinesen
KAPELMEISTARI
Fabian Dobler
TÝÐING
Kári Davidsen
TÓNLEIKALIG TILLAGING
Hans Pauli Tórgarð
TÓNLEIKARAR
Anna Klett, Andreas Tykjær Restorff, Andrass Olsen,
Agnar Lamhauge og Jón Festirstein
MANSKÓR
Sámal Matras, John Jacobsen, Andrias Petersen, Súni Danielsen og Hans Pauli Tórgarð
RÁÐGEVI OG REPITITØR
Jóhannes Andreassen
SJÓNBAND
Jónfinn Stenberg
Solistar
Herfinnur Árnafjall, Douglas Yates, Birita Adela Davidsen, Birita Poulsen, Paula Danielsen og Ernst Sondum Dalsgarð

Myndir: Høgni Heinesen