IMG_5230.jpg

Tjóðpallur Føroya framleiðir leikin ’It might be a dream ’ eftir Duritu Dahl Andreassen og Nannu Bang.

Hon situr í løtuni og skrivar innbjóðingar.
Hon skrivar innbjóðingar til allar sínar fyrimyndir.
Hon er ómetaliga spent.
Hon er spent um tað, sum hon skal siga. Hon er spent, um tey fara at skilja hana.
Hon er spent, um nakar fer at koma.


 

Góða fyrimynd

Eg skrivi fyrimynd, tí tað ert tú fyri meg. Altso eg veit væl hvussu tú eitur, men fyri at tað ikki skal virka so áleypandi, skrivi eg 'góða fyrimynd'. Hetta er ein persónlig innbjóðing til tín, men ikki ov persónlig - eg havi eisini bjóðað øðrum fyrimyndum.

Í dag havi eg einki, men 23. januar havi eg ein leik. Ella eg havi ikki einki. Eg havi nógv, men 23. januar havi eg eisini ein leik. Eg gleði meg. Eg eri eisini bangin. Tú veitst hvussu tað er. At vera bangin fyri at fólk ikki skilja teg. Eg hevði verið so fegin, um tú komst 23. ella 24. ella 25.

Kærar heilsur

Durita

 

Framleiðari: Tjóðpallur Føroya

Leikrit: Durita Dahl Andreassen og Nanna Bang
Leikstjórn: Nanna Bang
Leikari: Durita Dahl Andreassen
Ljós: Bogi Eyðunsson Hansen