Gleð onkran við einum gávukorti til ógloymandi upplivingar

Ein væl skrivaður og væl spældur sjónleikur kann vera eitt minni fyri lívið. Vilt tú gleða onkran, sum dámar væl sjónleik ella onkran sum als ikki gongur til sjónleik? Gev teimum eitt ógloymandi gávukort frá Tjóðpallinum.

Gávukort kunnu keypast við upphæddum úr 200 kr upp í 2000 kr og kunnu brúkast til allar sýningar hjá Tjóðpallinum.

Gávukort verða pakkað inn og send við postinum beinleiðis til móttakaran ella til tín sjálvs. 

Gávukort kunnu eisini heintast í billettsøluni á Tjóðpallinum (mán-frí kl. 9-16). Viðmerk hetta í teiginum "Viðmerkingar/Persónlig heilsan til móttakara".


Vel upphædd


Soleiðis brúkar tú gávukortið

Hevur tú fingið gávukort, kanst tú bíleggja atgongumerki við telduposti ella telefon. Tak gávukortið við sum gjald, tá tú heintar atgongumerkini. Gávukort eru galdandi í tvey ár frá keypsdato.