top of page

Ronja Ránsmansdóttir

Ronja er ein rættulig ránsmansdóttir. Tó veit hon ikki, at pápi hennara er ránsmaður, og heldur ikki, hvat ein ránsmaður er. Hon veit, at hon skal ansa sær fyri øllum vandunum, ið eru - tí tað hava foreldrini sagt henni.

At tað eru nógvir vandar í heiminum lærir hon skjótt, men at vera bangin er býtt, tí tá verður alt vandamikið. Hvussu skal hon læra heimin at kenna, um hon er bangin? Og hvat nú, um ikki alt er so, sum foreldrini hava sagt?  


Ronja torir at fara út í heimin og á henda hátt síggja, at alt ikki er so svart/hvítt sum hini søgdu. Hon ger sær nakrar royndir í lívinum, og við teimum sum barlast klárar hon at taka støðu og vera við til at broyta tann heimin, hon livir í.


Ronja varð fødd eina illveðursnátt við torusláttri og snarljósi. Hetta ger at borgin hjá Mattasi, pápa Ronju, fer í tvíningar. Nøkur ár seinri fær Mattas at vita, at fíggindi hansara, Borka, er fluttur inn í hin partin av borgini saman við ránsmonnum sínum. Mattas verður í øðini og setur sær fyri at reka teir út. Men tá finnur hann útav at Ronja og Birk, ið er sonurin hjá Borka, eru blivin góðir vinir og tað ger ikki støðuna betri …….



Tað er Astrid Lindgren, ið hevur skrivað søguna um Ronju og Birk, meðan tað er Sebastian, ið hevur gjørt tónleikin.


Eyðun Johannessen er leikstjóri, og Edward Fuglø ger pall og búnar, ið saman við uml. 70 fólkum, føra okkum inn í eina ævintýrverð, har vit bæði møta ránsmonnum, villvætrum, rumpunissum, grádvørgum og fleiri.

Leikarar

Barbara Hentze í Stórustovu (Ronja)
Petur Meinhard Ellebye Andersen (Birk)
Høgni Johansen / Hjálmar Dam (Mattas)
Ria Tórgarð (Lovis)
Kári Øster (Skalla Per)
Tóri í Hoyvík (Borka)
Katarina Nolsøe (Undis)

MATTASAR RÁNSMENN:
Hans Tórgarð
Róaldur Johannesen
Jógvan Salamon Joensen
Jákup Lutzen
Jóannes Lamhauge
Svenning Eysturdal
Brynjálvur Tórstún
Sofus Joensen
Herfinn Árnafjall
Bjarni í Dali

BORKA RÁNSMENN:
Bárður Áarstein
Finn Haraldson
Finnur Carlsen
Birgir Djurhuus
Heini Mortensen
Vølundur Lognberg
Mikkjal Helmsdal
Magnus Madsen
Jan Christiansen
Petur Dahl

RUMPUNISSUR OG GRÁDVØRGAR:
Katarina Nolsøe
Finnus Carlsen
Karin J. Haraldsen
Joanida í Kálvalíð
Paula Jóannesdóttir
Sandra Eyðfinnsdóttir Saxov
Ingibjørg Dam Hansen
Barbara Carlsen
Doris Helena Olsen
Olga Dahl Ljósheim
Gvøðny Áarstein
Turið Nattestad
Jóhanna Persson
Eyð Tórhalsdóttir

REVAR:
Eyð Tórhalsdóttir
Doris Helena Olsen

VILLVÆTTRAR:
Katarina Nolsøe
Guðrun J. Egholm
Brynja Erlendsdóttir Simonsen
Mathilda Sivertsen

FÚTANS SVEINAR:
Mikkjal Helmsdal
Jan Christiansen
Birgir Djurhuus
Heini Mortensen

ORKESTUR:
Bárður Reinert Poulsen
Benjamin Petersen
Jan Rúni Poulsen
Halltóra Henriksen
Bjarni Lisberg
Sjúrður Zachariassen

Barbara Hentze í Stórustovu

Høgni Johansen

Katarina Nolsøe

Hans Tórgarð

Jákup Lützen

Petur Meinhard Ellebye Andersen

Hjálmar Dam

Kári Øster

Ria Tórgarð

Behind the scenes

Búnasniðgevi / búnaseyming

Anna Kristin Bæk

Leikstjóri

Eyðun Johannessen

Ljóðsniðgevi

Jón McBirnie

​

Marjun Olsen

Ljóssniðgevi

Árni Baldvinsson

​

Gardar Hall

Leikstjóri

Katarina Nolsøe

Leikstjóri

Ria Tórgarð

Pallsniðgevi

Edward Fuglø

​

Hjálmar Dam

Hevur starvast handan leiktjøldini í

Kristina Sundar Hansen

Pallsmiðjur

Símun Pauli Hansen

Myndir: Finnur Justinussen

Telefonavgreiðsla 

Mánadag - fríggjadag: 9:00 - 15:00

​

Teldupostur: info@tjodpallur.fo

Tórsgøta 9

FO-100 Tórshavn
info@tjodpallur.fo

Telefon: 318617

© 2025 Tjóðpallur føroya

  • YouTube
  • Instagram
  • Facebook
bottom of page