Meisner-skeið við Kirk Baltz
Forkunnugt skeið: Dreymaarbeiði við støði í Meisner.
Í Hoydølum 11.-13. november 2026
Tilmelding á info@tjodpallur.fo í seinasta lagi 4. november 2026.
Skeiðið vendir sær til yrkissjónleikarar og annars fólk við royndum frá og áhuga fyri at spæla sjónleik á palli og filmi/video.
Kostnaður: 500 kr.
Um skeiðið.
Gjøgnum arbeiðið hjá Sanford Meisner læra vit, at "einki er tilvildarligt" og at tað altíð má vera nógv upp á spæl. Tá vit lurta við hvørji einastu tægr í okkara veru eftir, hvat verður sagt og hvussu tað verður sagt, svara vit sannførandi út frá okkara impulsum. Vit verða fylt við sannføring og gerast óstøðgandi. Tað er eingin ivi. Okkara impulsir vinna á okkara hugsan, og vit handla ítøkiliga í staðin fyri at látast.
Tá vit lurta á sama hátt eftir okkara undirtilviti, finna vit eitt óbrúkt ríkidømi av ímynding og knýta okkum at okkara Innara Eg’i. Gjøgnum Dreamwork - Dreymaarbeiði fáa vit atgongd til boðskapir, sum kunnu beina vegin til framúrskarandi arbeiði.
Dreymar okkara hjálpa okkum at síggja óuppfyltar "tørvir." Arbeiðið hjá Meisner byggir á at fáa teir nøgtaðar. "Leiklist er at liva sannførandi gjøgnum ímyndaðar umstøður"
Á hesum skeiðnum fert tú at arbeiða við Dreamwork á Meisner-grundarlagi, samstundis sum tú arbeiðir við familju-arketypum.
Finn ein monolog á 60-90 sekund , sum fangar teg, og byrja at arbeiða við honum. Arbeið leysliga.
Lat innihaldið arbeiða við tær heldur enn at sita fastur í royndini at "gera" tað.
Tú ert vælkomin at hyggja at einum persóni, sum er øðrvísi enn títt egna kyn og/ella tín egna typa.
Leikstjórar, rithøvundar, framleiðarar og tey, sum arbeiða við casting, hyggja fyrst og fremst eftir tínum førleika at knýta samband við tey, tú arbeiðir saman við, og við tekstin. Nútíðar heimurin við sjálvupptøkum og auditions á netinum er komin fyri at vera. Vit fara at seta tíð av til at fokusera upp á, hvat skal til fyri, at vit veruliga kunnu brenna ígjøgnum við sterkum sjálvupptøkum og vælvirkandi online auditions, meðan vit altíð miða eftir at arbeiðið tekur støði í lívsroyndum heldur enn í ynskinum um at framføra/”performa”.
Fyrireiking til skeiðið:
DREYMA-UPPGÁVA
Áðrenn tú leggur teg at sova, skriva hetta brævið til tín sjálvs, títt innara eg, í eina dagbók.
Dagfesting og tíð
Góða Innara Eg
Um tað er tín vilji, vinarliga avdúka fyri mær í dreymum mínum í nátt, kjarnan av tí, tú vilt, at eg skal vita. Hjálp mær at síggja, hvussu eg kann koma nærri tær gjøgnum hetta skapandi arbeiðið og gjøgnum tað gerast heil/heilur.
Við umsorgan og virðing,
Tú
Lat síðani pennin og dagbókina vera liggjandi við songina. Beinanvegin tá tú vaknar, skrivar tú niður øll brigdi av dreyminum, sum tú minnist. Um tú ikki hevur havt nakran dreym ella bara eina einstaka mynd, skriva hana niður ella bara teir fyrstu tankarnar og kenslurnar beint eftir, at tú vaknaði.
Eftir at tú hevur meldað teg til skeiðið, gjørt dreymauppgávuna og droymt tín dreym, send mær hann so í einum telduposti, so eg kann lesa hann og samskifta við teg um hann. Skriva til: kirk@kirkbaltz.com
Tú fert at samstarva við onnur og skapa dreymabundið arbeiði, sum verður filmað av professionellem upptøkufólki á okkara seinasta skeiðsdegi.
Hetta skeiðið hevur møguleikan at gerast ein serstøk og lívsbroytandi uppliving.
Undirvitskan bjóðar tær at hyggja inn undir lokið og síggja, hvat prutlar í grýtuni. Tá vit seta hesar arketypisku spurningarnar, lurta eftir svarunum og sleppa takinum... so verða vit fokuserað, knýtt saman og gerast heil.
Tilmeldingarfreistin er 4. november

