Kvinnan í svørtum
Eel Marsh House liggur úti í eini mjørkatungari mýru einastaðni á eystursíðuni á Onglandi. Har livdi og doyði einkjan, mrs. Drablow, einsamøll.
Tá hann var ungur sakførari, og skuldi gera skjølini eftir mrs. Drablow upp, kom Arthur Kipps at kenna loyndarmálini og tær ræðuligu hendingarnar um umgyrda Eel Marsh House. Tað var tá hann hitti Kvinnuna í Svørtum, og henda uppliving kom at merkja hann fyri lívið.
Fleiri ár seinni hittast Arthur Kipps og ein ungur sjónleikari í einum tómum sjónleikarhúsi. Kipps vil sleppa at siga sína søgu, og vil hava sjónleikaran at hjálpa sær. Teir báðir fara undir at seta søguna á pall. Men jú meira teir grava í teimum gomlu loyndarmálunum, og fylla tann tóma leikpallin við teimum undarligu hendingunum og persónunum sum Kipps einaferð hitti, jú meira tykist tað sum um søgan um kvinnuna í svørtum ikki er liðug enn, og øll loyndarmál ikki eru loyst...
Leikarar
Páll Danielsen
Annfinnur Heinensen
Katarina Nolsøe

Myndir: Anton Petersen

















